Umskiping av svartkjafti

Farmaskipið "Sapphire" hevur ligið við bryggju í nakrar dagar og bíða eftir russisku svartkjaftatogarunum. Veiðan hevur av álvara tikið seg upp, nú svartkjafturin er komin inn í føroyskan sjógv.


Fríggjadagin kom togarin "Pavel Kutakhov" á Runavík og leygardagin á miðdegi kom systirskipið "Admiral Shabalin" til bryggju. Teir hava eini 2.300 tons av frystum svartkjafti umboð hvør. Skiparin á "Admiral Shabalin" letur heilt væl at veiðuni, og hann sigur, at nógv meiri svartkjaftur er at fáa í ár í mun til t.d. í fjør. Teir hava verið í góðar tvær vikur á feltinum í hesum umfarinum.


Sum eitt kuriosum kann nevnast, at spurdur segði skiparin, at hesin admiralurin, sum togarin er uppkallaður eftir, var stór hetja í Sovjetsamveldinum. Hann stýrdi slagnum ímóti herliðunum hjá Hitleri, á markinum ímillum Noreg og Sovjet, tey seinru stríðsárini.


Kelda: www.portofrunavik.fo