Umskipanin varðveitir óhefta virksemið

Gjaldstovuráðið tryggjar óheftni.


Seinastu dagarnar hava bæði fjølmiðlar og andstøða roynt at mála eina ræðumynd av umskipanini undir Fíggjarmálaráðnum. Serliga tykist spurningur vera um, hvørt politikararnir nú fara at blanda seg í gjaldføris- og skuldarumsitingina hjá landinum. Fyri at sissa bæði andstøðuna og fjølmiðlarnar skal eg sláa fast, at sjálvt grundarlagið og høvuðsfortreytin fyri umskipanini er, at óheftni mótvegis politiska myndugleikanum verður varðveitt. Hetta er stavnhaldið í lógaruppskotinum, ið er farið í Løgtingið til viðgerðar.


Tað stendur púra greitt í lógaruppskotinum, at eitt nýtt Gjaldstovuráð tryggjar óhefta gjaldføris- og skuldarumsiting. Politikararnir sleppa ikki at nerta arbeiðið. Gjaldstovuráðið verður mannað eftir tilráðing frá Felagnum Føroyskir Grannskoðarar, Advokatfelag Føroya, og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.


Hvussu fæst meira fyri minni?


Umskipanin hevur við sær broytingar fyri Fíggjarmálaráðið, Gjaldstovuna, Hagstovuna, Landsbankan og Búskaparráðið. Samanleggingin er í fullum samsvari við politisku ætlanirnar um at fremja rationaliseringar innan almenna bygnaðin.


Fleiri eyðsýndir fyrimunir eru við umskipanini:


• Betri gjøgnumskygni í mun til fíggjarlógina


• Hagstovan verður styrkt


• Búskaparráðið verður uppraðfest


• Lunnar verða lagdir undir útbúgvingartilboð í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum


• Sterkari gjaldførisstýring


• Virksemið verður undir eftirliti av Landsgrannskoðanini


• Rationalisering og sparing fyri almennu Føroyar


Samanumtikið verða stovnar umskipaðir, men virksemið heldur fram styrkt og óheft.


Jørgen Niclasen


landsstýrismaður