Uppskot er, at allar fyrisitingarnar flyta úr nevndu bygningum í miðbýnum í tað, sum nú verður nevnt Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju, og at nevndu bygningar undantikið Ráðhúsið verður seldir ella leigarir til annað virksemi í miðbýnum.
Viðgjørt | Fundardagur | Málnr. | Journalnr. |
1 | 24.09.2015 | 30/15 | 15/03660-1 |
2 | 28.09.2015 | 202/15 | 15/03660-1 |
3 | 30.09.2015 | 136/15 | 15/03660-1 |
4 | 12.10.2015 | 35/15 | 15/03660-1 |
5 | 14.10.2015 | 38/15 | 15/03660-1 |
6 | 21.10.2015 | 174/15 | 15/03660-1 |
7 | 21.10.2015 | 235/15 | 15/03660-1 |
8 | 02.11.2015 |
| 15/03660-1 |
Lýsing av málinum – samandráttur
Fyrisitingin hjá kommununi húsast í dag í 5
bygningum í miðbýnum. Talan er um gamla Føroya Bankabygningin í Niels
Finsens gøtu, Káta hornið, Meiaríið, Gamla posthúsið og Ráðhúsið. Í sambandi
við keypið av bankabygninginum varð avgerð tikin um, at deildirnar hjá
miðfyrisitingini, sum í dag eru í Káta Horninum, Meiarínum og Posthúsinum,
skulu flyta í niðaru hæddirnar í Niels Finsensgøtu, har tekniska fyrisiting
er í ovaru hæddunum.
Uppskot er, at allar fyrisitingarnar flyta úr nevndu bygningum í
miðbýnum í tað, sum nú verður nevnt Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju, og at
nevndu bygningar undantikið Ráðhúsið verður seldir ella leigarir til annað
virksemi í miðbýnum.
Fyri umsitingina eru fleiri fyrimunir at savna allar fyrisitingarnar
og starvsfókini har. Til ber at betra munandi um hølisviðurskiftini hjá
flest øllum deildum og starvsfólkum, serliga í mun til serfunktiónir. Umframt
at tryggja besta arbeiðsumhvørvi og starvsfólkatrivnað ber til at
effektivisera arbeiðsgongdir serliga í mun til samstarv um tvørgangandi mál,
so at politikkarar, borgarar, vinnulív og samstarvsfelagar annars fáa eina
betri tænastu.
Kanningar eru gjørdar, sum staðfesta, at umsitingin hjá Tórshavnar
kommunu kann rúmast í 2 til 2½ hæddum í sonevnda Sjóvinnuhúsinum, tvs. tær
2-3 ovastu hæddirnar. Ein fyribils mettur kostnaður at flyta starvsfólkini í
hesi høli á Vestaru bryggju liggur á uml. kr. 3 mió. Hesin kostnaðurin er
mettur sum íløga pr. starvsfólk á kr. 20.000.
Neyvari kanningar eiga tó at verða gjørdar av ítøkiliga tørvinum hjá
ymisku deildunum í umsitingini.
Leigukostnaðurin er lýstur í niðanfyri standandi talvu. Við einum
ásettum fermetraprísi á kr. 1.295,84, vil árligi leigukostnaðurin fyri hædd
5 og hædd 4 verða kr. 2.680.543,45. Um tørvurin vísir, at neyðugt verður við
eini hálvari hædd afturat, hetta fyri at lúka øll krøv til nøktandi
arbeiðsumstøður, so økist leigukostnaðurin samsvarandi.
Dømi TK | | | | |
| Starvsfólkatal | 140 | | |
| Skrivstovufermetrar | 1.550 | 2.239.750,00 | |
| Hædd | 4 og 5 | | |
| Goymslufermetrar | 0,00 | | |
| Hartil felagsøki í % | 22,97 | | |
| Felagsøki í m2 | | 518,58 | |
| Kr. pr. ár | 2.680.543,45 | ||
| Árlig leiga pr. m2 | 1.295,84 | ||
| Kr. pr. mðr. | 223.378,62 | ||
| Kr. pr. starvsfólk pr. mðr. | | | 1.595,56 |
Býráðssalur:
Møguleiki er at byggja nýggjan býráðssal ovast í saltsilobygninginum
á Vestaru bryggju, sum í løtuni verður umvældur í sambandi við
høvuðsumvælingina av Sjóvinnuhúsinum.
Verandi býráðssalur í gamla meinigheitshúsinum er hvørki
tíðarhóskandi ella nøktandi til vaksandi virksemið hjá býráðnum. Við at
byggja nýggjan býráðssal ovast í saltsiloiini á Vestaru bryggju, ber til at
bjóða borgaranum og politikarunum ein virðiligan sal við nútímans tøkni- og
arbeiðsmøguleikum, har møguligt eisini verður at síggja runt allan
sjónarringin bæði innanífrá og uttanífrá.
Tórshavn er, sum navnið sigur, ein havnabýur. Harumframt er Tórshavn
eisini høvuðsstaður, og sum ein avleiðing av hesum umsitingarliga háborgin
hjá føroysku tjóðini. Støddin og leikluturin sum høvuðsstaður leggur upp til
eina virðiliga støðutakan til fólkaræðið eisini í byggilistini. Søguligi
silobygningurin vil, við at verða innrættaður sum býráðssalur í eini
byggilistarligari umskriving av bygninginum til ein vita, fáa ein nýggjan
samleika sum fólkaræðisligur viti í norðuratlantshøvum.
Samanlagdi kostnaðurin at laga bygningin til býrðáðssal íroknað
útgerð og innbúgv er mettur til kr. 18,3 mió.
Tað, at býráðssalur og umsiting eru í sama bygningin, gevur stórar
fyrimunir eisini fyri politiska arbeiðið. Umframt at vera býráðssalur, fær
hølið saman við fyrilestrarsalinum í hæddini undir funktión sum auditorium
ætlað til framløgur og størri politiskar fundir, seminar v.m. Hesir
møguleikar eru ikki til staðar á Vaglinum.
Tíðarætlan:
-
Ítøkiliga kanningin at nágreina hølistørv til
tær ymsu deildirnar kann setast í verk í oktober 2015.
-
Arbeiðið at tillaga bygningin til hesa nýtslu
kann síðani verða sett í verk, tá bygningurin er liðugur fyrst í 2015.
-
Arbeiðið at tillaga ovasta part av saltsiloini
til býráðssal kann byrja 1. Oktober 2015 og verða liðugt at takaí nýtslu á ólavsøku 2016.
Tilmæli:
Stjórnin mælir til, at
-
allar fyrisitingarnar verða fluttar í Sjóvinnuhúsið á
Vestaru bryggju treytað av, at nøktandi fermetrar verða settir av til tess
at lúka allan neyðugan hølistørv
-
at arbeiðið til hetta, uml. kr. 3 mió, verður
fíggjað við at umraðfesta verandi íløgur.
Stjórnin mælir harumframt til
-
at byggja nýggjan býráðssal ovast í
saltsilobygninginum á Vestaru bryggju, og