Ummæli: Hjarnar á palli í Løkshøll 05. mai

Eitt sindur harmiligt, at eitt so stórt “setup”, ikki fekk ordiliga tað, eg vildi hava, men har var nakað!

Tað sigi eg, tí sjálv legendan innan sang og føroyskan rock, Karl Martin Samuelsen, hevði fingið krím og ikki fekk givið alt tað, hann eigur í sær.

At slíkt hendir, eru vit sjálvandi ikki harrar yvir, men kortini royndi Karl Martin at leggja alt tað hann orkaði í síni avrik.

At eg eri Hjarnar fjeppari er ongin loyna, tí heilt afturi í 70´unum legði eg merki til hesar super tónleikararnar, sum høvdu nakað serligt at geva føroyska rocktónleikinum.

Serliga minnist eg Skansastovukonsertinar, har vit upplivdi henda lívliga sangaran, sum ikki bara hevði røddina, men dugdi ómetaliga væl at fáa fjøldina við.

Á konsertini gav eg mær serliga far um henda dugnaskapin til ymsu ljóðførini, sum teir dugdu heilt ómetaliga væl, at fáa upp í eina hægri eind.

Har var sanniliga nakað við tí sjálvkritiska, sum fær ein sum meg at føla meg væl og undirhildnan.

Leygardagin gekk eg og dró á, men eg noyddist at taka túrin inn í Eysturoynna, tí eg visti, at eg kom at hoyra tónleik á sera høgum støði.

Tað var sera gott, at hoyra Jørgen Dahl á tangentunum, men vildi gjarna eisini hoyrt røddina meira.

Jógvan Olsen hevur tað bara í sær og merkti eitt gott “drive”, har hann ofta hevði armarnar á lofti, tá hann kanska merkti, at tað var neyðugt.

Ólavur Øster er bara ein av okkara frægastu guitarsnillingum og saman við Graham Stewart fingu teir eitt guitarsound, sum fylti mítt ynski um tað sama.

Blackurin á trummunum er altíð tryggur og taktfastur, og dugir eisini at fáa trummur og bekkarar at plinga, tí einaferð vóru stikkararnir ikki har.

Góða og trygga bass spælið hjá Eyðuni Nolsøe, er ein av rótunum í taksfasta rocksoundinum, sum Hjarnar altíð hevur staðið fyri.

Miksingin var heilt í topp, tí eg merkti ein sokallaðan “solidaritet”, nú forsangarin hevði sínar trupulleikar við røddini.

Andras Sólstein hevði eina sera áhugaverd framløgu um Hjarnar og teirra íkast til føroyska rocktónleikin.

Kári Sverrisson er altíð tryggur í sínum framløgum og var sera góð upphiting.

Samanlagt, fór eg væl nøgdur aftur til Havnar!

Fríðálvur A. Jensen