Ummæli av bókini eftir Hoff

Tine Adele Hoff


Danmark og Færøerne: En historisk undersøgelse af udviklingen i relationen mellem Danmark og Færøerne 1850-2010. Museum Tusculanums Forlag. 2012


Enn einaferð er ein donsk bók komin um søguligu viðurskiftini Danmarkar og Føroya millum. Tað er cand. mag. Tine Adele Hoff, sum hevur skrivað eina serritgerð um hesi viðurskifti frá 1850 til 2010. Mesta arbeiði við serritgerðini varð varð gjørt í 2007, og síðan hevur hon trivið í tilfarið av og á, og er bókin nú komin út á Museum Tusculanums Forlagi hjá Keypmannahavnar universiteti.** Fyrst er at siga, at forlagið hevur gjørt eitt vána arbeiði. Í hesi bók eru nøvn í hópatali, men har er eingin stílur við navnayvirlitini. Bókin er tí ónýtilig sum handbók.


Tað mest áhugaverda í bókini hevur tó einki við søgu at gera, men er ein spurnarkanning, sum Hoff hevur gjørt. Í Danmørk hevur hon fingið svar frá 59 studentaskúlanæmingum og 20 pensiónistum. Í Føroyum hevur hon fingið svar frá trimum studentaskúlaklassum og nøkrum pensiónistum í Tilhaldinum. Hóast talan er um eina minikanning eru spurningarnir góðir, og svarini benda á, at stórur munur er millum tað stjórnmálamenn siga um hesi viðurskifti, og tað sum føroyingar og danir halda. Kanningin er so mikið áhugaverd, at tað er øll møgulig orsøk til at undrast yvir, at ein stovnur sum Gallup ikki enn hevur gjørt eina kanning av sama slag í Føroyum og í Danmørk.


Men hetta hevur jú einki við søgu at gera. Ritgerðin er høvuðsuppgáva til embætisprógv í søgu, og tí noyðist/má hon skriva/siga nakað um søguna.


Fyri tað fyrsta er tað merkisvert, at hon viðgongur, at hon als ikki dugir føroyskt, og hon hevur heldur ikki roynt at lært seg so frægt, at hon kann lesa føroyskar søguligar keldur. Vit kunnu, ið hvussu so er siga, at eingin x dani hevði havt nógva virðing fyri einum útlendingi, sum skrivaði um søgu Danmarkar uttan at duga at nýta danskar keldur!


Ein føroyingur, sum lesur bókina, fær fyrsta skelkin av at síggja á síðu 12, at hon millum sínar keldur hevur tveybindsbókaverkið Føroyar, sum kom út í 1958 á bæði føroyskum og donskum, og har sigur, at ritstjórin er Tummas Napoleon Djurhuus, okkara høgt elskaða skald. Men hevur hon havt verkið á hondum, sum alt bendir á, so kundi hon havt lisið í kolofonini, at mangir góðir menn hava sitið í ritstjórnini, men ikki Tummas. Hin vegin stendur Napoleon Djurhuus nevndur fyrst, og hesin porkeningur var jú lektari í føroyskum á universitetinum í Keypmannahavn til hann fór frá í áttatiárunum.


Forlagið er sjálvt universitetsforlagið, so tað gongur skjótt at gloyma arbeiðssamar føroyingar handan Valby heyg.


Tvær ferðir verður nevnt at Pløyen var amtmaður í Føroyum. Tað stendur,bæði at hann var tað til 1850, og at hann var tað til 1848. Hvussu skal lesarin taka dagar ímillum og vita at rætta talið er 1848?


Hoff sigur, at danska stjórnarskráin frá 5. juni 1849 var tinglýst í Føroyum í desember 1849. Men meðan henda stjórnarskrá kundi koma í gildi í allari Danmørk eftir einum degi, bar hetta ikki til í Føroyum, tí her er vítt um at fara, og ikki var liðugt at tinglesa hesa lóg, fyrr enn nakað var liðið av 1850.


Ein av umboðsmonnunum fyri donsku oyggjarnar, sum møtti í Roskilde árini 1841-46, var prósturin Plesner, sum var kongsvaldur fyri prestastættina.


Hann var sóknarprestur í Humble á Langeland og próstur fyri alla oynna. Hann var fremsti talsmaður fyri húsmenn og onnur kúgað í danska samfelagnum, og føroyingar vardi hann eisini manniliga. Men haðani og so til at siga, sum Hoff ger á blaðsíðu 53, at hann var Føroya próstur, er tó at gera ov nógv av. Hann hevur ikki havt so mikið sum eitt prestakall í Føroyum.


Hoff sigur á blaðsíðu 62, at Føringafelag varð stovnað í 1881. Fá munnu tey vera, sum ikki vita um jólafundin 1888, og at felagið varð stovnað árið eftir, í 1889.


Á blaðsíðu 69 verður sagt, at Gabel flutti úr Føroyum 1670. Tað er púra nýtt at frætta, at hann nakrantíð hevur hevur sett sín fót á Føroya klettar. Tað, sum hendi í lívi hansara ár 1670, var tað, at hann varð frákoyrdur sum fremsti maður kongs, men gablatíðin í Føroyum helt fram til sonur hansara doyði sum Føroya amtmaður í 1708.


Á síðu 73 verður sagt, at Føroyar vórðu hersettar av bretum tann 10. apríl 1940. Men fyrsta troppaskipið kom ikki fyrr enn tann 13. apríl.


Hoff hevur funnið út av, at ein fólkaatkvøða var í Føroyum í 1946. Á blaðsíðu 93 verður sagt, at henda fólkaatkvøða var fýra dagar fyri 20. september. Søguligu keldurnar eru annars samdar um, at fólkaatkvøðan var 14. september.


Tað er greitt, at einki mannaverk er lýtaleyst. Øll kunnu mistaka seg, men ein slík røð av mistøkum í eini bók bendir ikki á, at høvundurin hevur ansað væl eftir smálutum. Hetta er annars ein kunnleiki, sum lærlingarnir hjá Leopold von Ranke og Kristian Erslev skuldu havt ognað sær á grundskeiði í keldukritikki.


Men eitt eru smálutir. Hvussu stendur til við heildarmyndini, sum verður málað av viðurskiftunum Danmarkar og Føroya millum?


Søguskriving lýsir tað, sum er hent fyri okkara tíð. Til tess at kunna siga nakað haldgott um tað farna, noyðast vit at hava søguligar keldur, sum lýsa tað, sum fram er farið. Hesar keldur skulu síðan tulkast og vigast í mun til hvørja aðra fyri at kunna fáa fram eina so sanna mynd sum møguligt, av tí sum veruliga er hent.


Í flestu hendingum eru tveir partar, og hvør partur sigur sína søgu sum best. Hetta setur stór krøv til søguskrivingina, og er tí serliga umráðandi at byggja á haldgóðar keldur.


Tá skrivað verður um viðurskiftini Danmarkar og Føroya millum er sjálvsagt talan um tveir partar. Hesir partar eru ikki javnstórir ella eins sterkir, men avbjóðingin fyri søgumenn er tann sama sum altíð: At greiða frá tí, sum veruliga er hent.


Her er vert hjá søgumonnum at hava í huga, at Danmark hevur eitt stýri, sum kann framleiða tilfar at siga sína søgu.


Eitt dømi um hetta er tann bók, sum Knud Berlin, sum var doktari í løgfrøði og professari við universitetið í Keypmannahavn, skrivaði í 1932. Bókin æt “Danmarks Ret til Grønland” (og ikki sum í bókmentalistanum hjá Hoff “Danmarks ret over Grønland”). Bókin kundi eins væl itið Rættur Danmarkar til Føroya, tí hon javnsetur hesi bæði oyggjasamfeløg og førir fram, at oyggjarnar í øldir hava verið partar av Danmarkar ríki.


Bókin var skrivað fyri at stuðla donsku framløguni við altjóða dómstólin í Haag. Danmørk hevði stevnt Noregi hagar, av tí at Noreg hevði lýst seg hava ræði á nøkrum óbygdum leiðum í Eysturgrønlandi. Sum kunnugt kom dómstólurin í 1933 til tað úrslit, at norska yvirlýsingin var í stríði við fólkarættin.


Danmørk vann sostatt málið. Hesin sigur hevur gjørt, at tað er mestsum burturfánað hjá teimum flestu, at dómurin sigur nakað sera áhugavert um donsku og norsku søguskrivingina um rætt Danmarkar til Grønlands og Føroya, sum Knút Berlin segði vera aldargamlan.


Norðmenn høvdu nevnliga eisini sína søgu at siga dómarunum, og hon var, at Grønland og Føroyar í øldir høvdu hoyrt til Noregs, og tað, at Noreg í


1319 fekk kongsfelagsskap við Svøríki ikki gjørdi hesar oyggjar svenskar, eins lítið og kongsfelagsskapur Noregs við Danmørk í 1380 gjørdi tær danskar. Sambandssáttmálin í 1450 millum Noreg og Danmørk broytti einki í so máta, serliga av tí at hann beinleiðis bannaði at flyta partar av nøkrum av ríkjunum til hitt ríkið.


Eftir at hava lurtað eftir pørtunum í hesi ósemju, um hvat ið søguligu keldurnar søgdu, komu dómararnir til tað úrslit, at tað, danir høvdu at føra fram, ikki var rætt. Grønland og Føroyar høvdu ikki í øldir verið partar av Danmarkar ríki, men høvdu til 14. januar 1814 verið norskar.


Millum dómararnar var eisini ein, sum Danmark hevði valt fyri at taka lut í hesum máli. Hesin danski ad-hoc dómari tók fult undir við, at hetta norska sjónarmiðið var rætt. Hann hevði ikki tað minsta fyrivarni, og tí ber til at siga, at hetta sjónarmið er tað, sum tað almenna Danmørk hevur.


Men hvussu hevur henda viðurkenning ávirkað donsku søguskrivingina?


Tíverri noyðast vit at sanna, at hóast brátt áttati ár eru liðin, síðan tað almenna Danmørk hevur slept uppáhaldinum um, at Føroyar hava verið danskar í øldir, og viðurkent at tær vóru fullkomuliga norskar til 1814, so hava danskir søgumenn drivið á í taptu orrustuni, sum Knútur Berlin var oddamaður fyri í 1932.


Tað er hetta stríð sum Hoff fer uppí í hesi bók. Hon skrivar uttan fyrivarni av nøkrum slag, at Føroyar síðan 1387 hava verið ein partur av Danmarkar ríki. Eingin lýsing verður gjørd av viðurskiftunum Danmarkar og Noregs millum fyri 1814. Heldur ikki verður viðgjørt, hvørjar reglur ið hava verið galdandi fyri viðurskiftini Danmarkar og Føroyar millum eftir 1814. Tað einasta hon ger, er at vena seg um, at ongar reglur eru galdandi. Tann møguleiki, at orsøkin til, at myndugleikarnir ikki vísa til nakrar galdandi  reglur, kann vera tann, at hesar reglur ikki hóva teimum sum valdið hava, kemur henni ikki til hugs.


Henda søgubók er tí ikki søga í fakligum týdningi. Týdningarmiklar keldur, sum t.d. nevnda niðurstøða í Haag-dóminum 1933, eru ikki tiknar við, og fullkomuliga ósøgulig uppáhald, sum at Føroyart síðan 1387 hava verið partur av Danmarkar ríki, verða førd fram sum veruleikar. Hetta er tí tað, sum vanliga verður kallað propaganda, ein framløga sum byggir á vísindaliga óreiðiligheit fyri at styrkja annan partin í eini ósemju. Danski staturin hevur áhuga í at styrkja støðu sína mótvegis Føroyum, og í hesum stríði hjálpa donsku universitetini myndugleikunum við at blástempla eina bók sum hesa, sum kleyvar niður øll krøv til keldukritikk og bert er halgað einum endamáli: Rætt ella skeivt – mítt land!


Hetta er ein fakligur kritikkur. Sjálvur kann eg ikki vera annað enn nøgdur við ta umtalu, eg fái í bókini. Hoff sigur nevnliga, at bókin “Færinger – frænder”, sum professarin Anders Ølgaard ritstjórnaði í 1968, er skrivað av ekspertum. Nú eru allir høvundarnir deyðir uttan Jóhan Hendrik og eg. Onnur kunnu so døma um, hvørt tað mær viðvíkjandi er talan um enn eitt mistak hjá Hoff.


Zakarias Wang