Hesi røsku børnini, sum ganga í Blákolluni við Kjalarvegin, taka eisini lut í ruddingini, ið skipað verður fyri í sambandi við Umhvørvisvikuna.
Umráðandi er, at øll lyfta í felag, tá ið stór tøk skulu takast.
Ikki minst er hetta umráðandi, tá ið tað snýr seg um umhvørvið og náttúruna, tí eingin ivi er um, at tað at rudda økir eisini um áhugan og ávirkar hugburðin. Tí er í veruleikanum fleirfaldur vinningur av, á henda hátt, at læra tey ungu týdningin av at fara væl um og at taka upp eftir sær.
Tað er tí at fegnast um, at eisini børn og ung eru fús at luttaka í hesum góða tiltaki, sum Umhvørvisvikan er.
Sum myndirnar vísa, funnu børnini, sum ganga í Blákolluni við Kjalarvegin, órudd at koyra í posan.
Kelda: www.klaksvik.fo