Umhvørvisstovan samskipar norðurlendskan arbeiðsbólk

Talan er um arbeiðsbólkin um vistskipanir á landi (Terrestriske økosystemgruppen, TEG) í umhvørvissamstarvinum undir Norðurlendska ráðharraráðnum, ið hevur sum høvuðsendamál, at fyribyrgja afturgongd í lívfrøðiliga margfeldinum í norðurlondum. Bólkurin arbeiðir eisini við náttúruvernd, útilívi og landslag- og mentanarumhvørvi.

Myndafólk: Søren Sigfusson/norden.org

Í løtuni verða serliga verkætlanir, sum snúgva um, árin av útilívi og náttúruferðavinnu á lívfrøðiliga margfeldið, raðfestar.

Samskiparauppgávan er við til at geva okkum íblástur til arbeiðið at verja náttúrumargfeldið, at fjølga um vitan okkara á økinum, geva innlit í royndir onnur norðurlond hava ognað sær umframt at skapa okkum eitt størri netverk.

Limirnir í arbeiðsbólkinum eru úr náttúru-, umhvørvis- og fornminnafyrisitingunum í øllum norðurlondum. Umboð fyri Føroyar er Maria Gunnleivsdóttir Hansen, lívfrøðingur, ið starvast sum málsviðgeri á Umhvørvisstovuni. 

TEG er ein av átta arbeiðsbólkum í umhvørvissamstarvinum undir Norðurlendska ráðharraráðnum. Samskiparauppgávan er vanliga hjá einum av náttúru-,  umhvørvis- ella fornminnamyndugleikunum í norðurlondum, og verður fíggjað av Norðurlandaráðnum. Til ber at lesa meira um virksemið hjá TEG og hinum arbeiðsbólkunum á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum her.

Tað er Sigga Jacobsen, ið røkjur samskiparauppgávuna. Sigga hevur master prógv í altjóðaviðurskiftum og drúgvar royndir innan almenna fyrisiting.