Árligi umhvørvisdagurin verður sum vanligt vikuskifti áðrenn bátafestivalin, tvs. leygardagin 28. apríl
Møtt verður við Tofta skúla kl. 09.30 har fólk fáa posar og handskar. Síðan verður farið at rudda í bygdunum. Tað er ikki neyðugt at møta við skúlan, fólk kunnu eisini byrja at rudda í grannalagnum, har tey búgva.
Uml. kl. 12.30 verður felags tiltak á havnalagnum, við sangi, tónleiki og mótasýning. Eisini verður okkurt til mætna, og borgarar fáa plantupakkar frá kommununi.
Vónandi møta vit fjølment.
Kelda: www.nes.fo