Á Aliráðstevnuni 24. februar 2012 verður umhvørvið og arbeiðstrygd eisini á skránni.
Í sambandi við aliráðstevnuna hevur Havbúnaðarfelagið heitt á Andreas Sæther frá Marine Harvest í Noregi um at koma á ráðstevnuna at halda fyrilestur um arbeiðstrygd á smolt- og alistøðum. Andreas Sæther kemur at greiða frá hvørjar skipanir Marine Harvest brúkar fyri at sleppa undan arbeiðsskaðum og um skaðar henda, hvussu hesir verða fylgdir upp. Hetta fyri at minka um fráveru vegna arbeiðsskaðar á arbeiðsplássinum.
Somuleiðis koma Gunnvør á Norði frá Fiskaaling og Jóhanna Olsen frá Umhvørvisstovuni at halda fyrilestrar um ávíkavist gagnnýtslu av fóðri og umstøðurnar á botninum og um til ber at framleiða meiri fisk við minni dálking.
Gunnvør á Norðið og Jóhanna Olsen koma at greiða frá granskingarúrslitum og hagtølunum frá umhvørviseftiransingini í alivinnuni og á hvønn hátt hesi kunnu brúkast fyri at tilrættaleggja alivirksemi.