Umboðsmaðurin heldur fast við niðurstøðu sína viðv. Búnaðargrunninum
Í áliti, dagfest 2. november 2017, heitti umboðsmaðurin á Búnaðargrunnin um at viðgera innlitsáheitanirnar hjá einum klagara av nýggjum og taka støði í, at klagarin hevði biðið um partsinnlit í mál, sum vóru fevnd av fyrisitingarlógini.
Búnaðargrunnurin sendi í januar 2018 umboðsmanninum sínar viðmerkingar til niðurstøðuna hjá umboðsmanninum.
Umboðsmaðurin hevur við skrivi, dagfest 3. apríl 2018, boðað frá, at viðmerkingarnar geva ikki umboðsmanninum orsøk at broyta sína niðurstøðu. (LUM 17/00040)