Um veiði- og fiskiloyvi til laksafiskiskap
Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur 18. juni sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um veiði- og fiskiloyvi til laksafiskiskap. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn
Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:
1. Tá veiði- og fiskiloyvini fyri 10 árum síðani vórðu uppsøgd og fullu aftur til landið 31. desember 2017, var hetta tá eisini galdandi fyri loyvini at fiska laks á opnum havi?
2. Hevur landsstýrið útlutað laksaloyvi av nýggjum, síðan nýggja lógin um fyrisiting av sjófeingi kom í gildi 1. januar 2018 og til hvønn?
3. Heldur landsstýrið tað verða skilagóðan fiskivinnupolitikk at selja víðari veiði- og fiskiloyvi til umhvørvisfelagsskapir, og er hetta í tráð við galdandi lóggávu?
Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, at endamálið við hesum fyrispurningi er at lýsa nærri tey nógvu ivamál, sum hava stungið seg upp í sambandi við laksafiskiskap í føroyskum sjóøki.
Norska óheftað málgagnið iLaks.no, sum fokuserar uppá laksaaling, skrivar tann 29. mai 2018, at umhvørvisfelagsskapurin Atlantic Salmon Federation (ASF) hevur gjørt avtalu við Føroyar, um eitt fullkomið bann at fiska laks kommersielt í føroyskum sjóøki í 12 ár.
Undirritaði setti tí tann 31. mai 2018, fyrispurning nr. 73/2017, til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, viðvíkjandi avtalu við umhvørvisfelagsskapin Atlantic Salmon Federation, ASF (at svara skrivliga eftir TS § 52a).
At enda sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at eftir, at fyrispurningurin varð settur, hevur Kringvarp Føroya, havt prát við næstformannin í Felagnum Laksaskip, sum greiddi frá einari eitt-ára avtalu, sum teir hava gjørt við umhvørvisfelagsskapin Atlantic Salmon Federation (ASF), har felagið fær pening fyri ikki at veiða laks - peningur, sum kemur frá privatum gevarum og umhvørvisfelagsskapum.
Í svarinum, dagfest 12. juni 2018, nr. 73/ 2017, frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sigur hann seg sum onnur, hava frætt í miðlum, at Felagið Laksaskip hevur gjørt avtalu við tveir fremmandar felagsskapir, har Felagið Laksaskip fær pening afturfyri ikki at fiska laks. Landsstýrismaðurin er ikki kunnaður um hesa avtaluna á annan hátt enn tað, sum skrivað er um í fjølmiðlum.
Tað er ikki serliga álitisvekjandi, at landsstýrið er so lítið vitandi um fyrisiting av tilfeingi okkara, soleiðis sum svarið í fyrra fyrispurninginum bendir á.
Sambandsflokkurin