UM GONGD Í HAGA - EYÐDIS FINGIÐ SVAR

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-157/2021 frá Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingsmanni, um gongd í haga

Spurningarnir vóru soljóðandi:

1. Hvussu gongur við arbeiðinum at finna eina semju millum partarnar um gongd í haga?

2. Nær kann væntast, at ein semja verður til taks, og at eitt uppskot verður lagt fyri Løgtingið?

3. Hvørjar ítøkiligar avbjóðingar eru fyri at koma á mál um eina semju?

4. Um so er, at partarnir ikki kunnu semjast, ætlar landsstýrismaðurin so at sleppa málinum um at skipa gongd í haga?

Svarað verður undir einum

Í samgonguskjalinum er ásett, at semja skal finnast millum jarðareigarar/festarar og ferðavinnuna saman við landsmyndugleikum og kommunalum myndugleikum um at skipa ferðavinnuna í náttúruni á burðardyggum grundarlagi og at samskipa gjøld og annað, soleiðis at ferðavinnan hevur støðugar og tryggar karmar at arbeiða undir.

Farið varð undir hetta arbeiðið, beinanvegin henda samgongan tók við, og síðani hevur støðugt verið arbeitt við málinum um gongd í haga. Allir viðkomandi partar hava havt høvi at leggja síni sjónarmið fram, eins og løgfrøðiliga grundarlagið er kannað væl og virðiliga. Í hesum sambandi er eisini viðkomandi at viðmerkja, at bæði Landsstýri og Løgting hava sum sína fremstu ábyrgd at tryggja, at talan verður um eina loysn, sum heldur í longdini, og sum samstundis veitir vissu fyri, at Løgtingið varðveitir rættin at lóggeva, eisini um viðurskifti í føroysku náttúruni.

Ásannast má kortini, at hetta hevur verið hart hoyggj at draga.

Løgtingið hevur fyri árum síðani gjørt av, at ferðavinnan skal vera eitt týðandi íkast í føroyska samfelagið, og júst ferðavinnan hevur tí eisini verið snúningsdepilin í tí ofta heita kjakinum, sum hevur verið um gongd í haga seinastu árini. Í kjakinum hava eisini verið røddir frammi um rættin hjá teimum, ið her búgva, at brúka og njóta náttúruna. Hesin parturin av kjakinum er eisini viðkomandi at taka við í viðgerðina.

Í samgonguskjalinum stendur sum nevnt, at semja skal finnast millum viðkomandi partar, men eg má bara ásanna, at hóast drúgva arbeiðið og fleiri uppskot um loysnir, er eingin semja funnin enn.

Spurt verður um tær ítøkiligu avbjóðingarnar, sum eru fyri at koma fram til eina semju partanna millum. Til hetta skal stutt viðmerkjast, at eg meti tað vera betri fyri málið at halda sjónarmiðini hjá pørtunum innanhýsis, tí málið er framvegis í viðgerð. Upplýsast kann kortini, at ítøkiligu avbjóðingarnar eru fleiri, og tær eru bæði av meira ideologiskum slagi og heilt praktiskar, t.d. hvørt gjald skal krevjast fyri bara at ganga, ella um ein tænasta skal veitast afturfyri eitt gjald. Harafturat eru eisini onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri spurningin um gongd í haga, t.d. vinnulig ferðavinna sammett við privata gongd í haga, náttúruvernd, krøv til ferðaleiðarar, møgulig avgjøld og mangt annað. Hesar avbjóðingar eru eisini merktar av, at partarnir ikki tykjast hava felags fatan av galdandi rættarstøðu.

Tað hevur verið frammi, at eg havi slept málinum um at skipa gongd í haga. Tað er ikki rætt.

Eg havi kunnað landsstýrið og samgonguna um, at tann semjan, sum samgonguskjalið leggur upp til, ikki er í eygsjón. Saman við umboðum fyri hinar samgonguflokkarnar arbeiði eg tí í løtuni við at finna eina politiska loysn, sum kann flyta málið fram á leið.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 8. apríl 2022

Magnus Rasmussen
landsstýrismaður