Um at flyta stovnar og virksemi úr Havn

Munligur fyrispuringar til Kaj Leo Johannesen :


Fyrispurningar:


Landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hava gjørt av at flyta raksturin av havransóknarskipinum og skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum til Strandfararskip Landsins á Tvøroyri . Undirritaði hevur hesar spurningar til løgmann:


1. Er henda avgerð viðgjørd og góðkend á landsstýrisfundi?


2. Í januar 2010 upplýsti løgmaður: “Tá ið umræður staðseting av almennum stovnum, er tað altíð fyrst og fremst atlitið at virkisføri stovnsins, sum telur mest, meðan staðsetingin og atlitið at arbeiðs-plássum úti um landi kemur í aðru røð”.


Er virkisførið hjá Havstovuni og Fiskiveiðieftirlitinum tikið við í metingini undir hesi avgerð?


3. Eru Havstovuni og Fiskiveiðieftirlitið eftirspurd, og taka hesir stovnar undir við flytingini ?


4. Í januar 2010 upplýsti løgmaður í einum fyrispurningi frá undirritaða í samband við, at Strandfaraskip Landsins vórðu flutt úr Havn, at ein yvirskipaður økismenningar – og útoyggjapolitikkur skuldi orðast soleiðis, at øll kundu kenna seg trygg, tá stovnar og virksemi tess vórðu flutt úr Havn. Er hesin politiski málsetningur sleptur í nýggju ABDH samgonguni?


Viðmerkingar :


Í 2008 gjørdi ABC-samgongan avtalu um at orða ein økismenningar- og útoyggjapolitik. Hesin politikkur skuldi tryggja ein rættan og virðiligan máta at gera møgulig inntriv í almennt virksemi. Politikkurin skuldi virða virksemið hjá verandi stovnum og geva teimum starvsfólkum, sum har virka, trygg arbeiðskor. Avgerðir, sum kundu koma at broyta arbeiðsviðurskiftini, skuldu verða væl og virðiliga grundaðar.


Ein sera óvirðilig og óheppin mannagongd tykist heldur hava vunnið sær rætt innan leiðslu landsstýrismanna. Innan at kalla alt virksemi landsins loyva landsstýrismenn sær – hvør í sínum lagi – at flyta stovnar og virksemi úr Havn . Grundgevingarnar fyri flytingunum hava - við onkrum einstøkum undantaki - tað í felag, at stovnarnir verða fluttir til øki, har avvarðandi landsstýrismenn sjálvir búgva. Tað kann undra, um tað í øllum hesum førum kann grundgevast sakliga fyri, at júst heimstaðurin hjá viðkomandi landsstýrismanni er best hóskandi heimstaður hjá viðkomandi stovni ella virkssemi.


Løgmaður skal hava eftirlit við, um landsstýrismenn sita fyri sínum økjum á fulgóðan hátt, herundir um avgerðir teirra eru sakliga grundaðar.


Poul Michelsen