Uhps: Málið má ganga umaftur

Hetta staðfestir Innlendismálaráðið í niðurstøða, at ógilda avgerð hjá Runavíkar kommunu um at selja ogn á Skála, til Faroe Offshore Service.


- Við heimild í § 55, stk. 1, í kommunustýrislógini, hevur Innlendismálaráðið tikið avgerð um at ógilda avgerðina hjá Runavíkar kommunu frá 26. apríl 2012 um at selja ognina matr.nr. 276a, Skála, til Faroe Offshore Service, skrivar Innlendismálaráðið.


Ráðið sigur, at avgerðin er grundað á, at kommunan hevur sett seg í samband við ein tilboðsgevara um at fáa hægri boð uttan samstundis at geva hinum tilboðsgevarunum møguleikan at koma við hægri boðið.


Innlendismálaráðið viðmerkir annars, at málið ikki verið til viðgerðar í fíggjarnevndini. Sambært § 38, stk. 4, í kommunustýrislógini, skulu øll mál viðvíkjandi fíggjarviðurskiftum og fyrisitingarligum viðurskiftum verða løgd fyri fíggjarnevndina til ummælis áðrenn málið verður lagt fyri kommunustýrið. ** Uhps. Kommunan fremur lógarbrot. Málið skal ganga umaftur.


Lesi hesa og nógvar aðrar sera avdúkandi greinar í blaðnum.


Nú riggar at keypa blaðið á netinum


Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták. 


http://oyggjatidindi.com/arkiv.html


Tygum kunnu tekna haldaragjald, og fáa blaðið sendandi blaðið í pdf-útgávu: oyggjat@olivant.fo