U8 kappingarnar eru fyri børn

Melda til á hsf@hsf.fo - í seinasta lagi mikukvøldið 21. sept 2011


Upplýs hetta:
1) um talan er um gentu- ella dreingjalið
2) aldurin í miðal hjá leikarunum – um teir eru føddir í 2003, 2004 osfr. *)
*) Orsøkin til at ynskt verður at fáa hesar upplýsingar er, at miðað verður eftir at gera bólkabýti við leikarum, sum eru nøkurlunda á sama støði – á sama hátt, sum gjørt varð á Eiði í januar.


HEITT VERÐUR Á ØLL FELØG AT MELDA SO NÓGV LIÐ, SUM TIL BER, LIÐ TIL KAPPINGINA!


Til U8 kappingarnar er ikki neyðugt, at hava spælt hondbólt áður!


Fakta U8 kappingar


 


Aldur:
U8 kappingin er fyri børn, sum ikki hava fylt 9 ár fyri 1. januar í kappingarárinum (t.e. leikarar, sum eru føddir í 2002 ella seinni)  ella børn sum í fólkaskúlanum eru innskrivað at ganga í 2. flokki ella lægri flokki.


Vøllur:


Í stuttum kann nevnast, at dystirnir verða spældir á lítlum vølli tvørturum í høllini, soleiðis at pláss er fyri 3 dystum samstundis.


Dystarlongd:


Spælt verður 2×7 min., hálvleikur er 2 min. Harafturat eru 4 min. settir til at skifta vøll. Tilsamans tekur ein dystur 20 min. Øll í minsta lagi tríggjar dystir, onkur lið fýra. Dystirnir á øllum trimum vøllunum byrja og enda samstundis. (H71 hevur vestar)


Eitt lið er:
5 leikarar á vøllinum í senn, 4 útispælarar + málmann. Hvørt lið í mesta lagi 2 útskiftarar ella tils. 7 leikarar.


Bóltastødd:
Trial/Trio soft str. 0 (null) minibóltur.


Dystarstýring:
Í dystunum eru ikki dómarar sum so. Hinvegin eru venjararnir hjá báðum liðunum vegleiðarar og stýrarar av dystunum – í konstruktivum samstarvi!.
Viðvíkjandi tiltøkum, tá ið feilir verða gjørdir, t.d. fet og dribl, skulu venjararnir/vegleiðararnir meta um menningarstøðið hjá børnunum og taka avgerð út frá tí.
Um vegleiðararnir/ venjararnir meta, at tað er ov stórur munur á liðunum, kann veikara liðið fáa ein eyka leikara inn á vøllin.


Leiðbeining sum heild:
Tað er loyvt at verja allastaðni á vøllinum. Tó eru tað bara málmenninir, sum kunnu fara inn í málfeltið – hjá sær sjálvum.
Tá ið eitt lið annahvørt skorar mál ella missur bóltin – skulu leikararnir á hesum liði ”heim” at nema við málfeltlinjuna við hondunum, áðrenn teir aftur kunnu fara at royna at fáa bóltin frá hinum. (Á henda hátt, fær liðið, sum fer í álop, stundir til at spæla seg nakað fram eftir vøllinum – og harvið læra at renna við bóltinum, avlevera, dribla, áðrenn tað verður álopið av hinum liðnum. Og liðið, sum var í álopi, lærir at “renna aftur”, tá ið bólturin er mistur.


Filosofiin kring ”Totalhondbóltin”
Totalhondbóltur” er hugtak í barnahondbólti, sum gongur út upp á at hjálpa børnunum at spæla skjótt spæl, har tey sjálvi fáa loyvi at hugsa og handla, fáa avbjóðingar, og læra at síggja ymiskar samanhangir og uppliva, at nógv ting henda í senn. Talan er ikki um kapping, sum endar við einum samlaðum vinnara. Málið er, at øll skulu kenna seg sum vinnarar, hava tað stuttligt og fegnast um hondbóltin


Dentur skal verða lagdur á tað, sum tú “kanst/sleppur” heldur enn tað, “tú ikki kanst/ikki sleppur”, t.d. :


Tú kanst skjóta bóltin í mál
Tú kanst spæla bóltin til hini
Tú kanst nema við hini
Tú kanst verja uttan fyri málmansøkið
Málverjin fara í álop saman við hinum


 


HSF 2011