U16 og U18 á flogvøllinum á veg til Gøteborg
Eftir JÓN KRAGESTEEN
Hesa vikuna verður heimsins størsta hondbóltskapping spæld í Svøríki. Talan er um árliga Partille-Cup í Gøteborg. 1.100 lið úr 41 londum við tilsamans 20.000 leikarum taka lut.
Hondbóltssamband Føroya gjørdi í fjør av at senda tvey ungdómslandslið hjá monnum við til kappingina. 32 leikarar í aldrinum 15-18 ár vórðu í januar mánaða úttiknir til ein bruttohóp, og teir hava vant miðvíst upp til 12 tímar um vikuna fram til hesa kapping.
26 leikarar vórðu endaliga úttiknir til at manna eitt U-18 og eitt U-16 landslið. Og alt bendir á, at miðvísa venjingin hevur givið úrslit: Bæði U-18 og U-16 landsliðini hava higartil staðið seg framúr væl, og bæði liðini liggja nr. eitt í sínum bólkum higartil.
Teir, sum manna U18- landsliðið. eru: Tóraldur Kollsker, Jóhan á Plógv Hansen, Julian Olsen, Hanus Christophersen, Allan Norðberg, Eirikur Simonsen, John Rúnason Hansen, Oddur Bech, Tummas Sørensen, Kjartan Jacobsen, Poul Símun Niclasen, Búgvi Johannesen.
Teir, sum manna U16- landsliðið, eru: Niklas Simonsen, Pætur Johansen, Pætur Thomsen, Rói Berg Hansen, Beinir Ólavsson, Sjúrður Olsen, Áki Egilsnes, Kjartan Johansen, Jónas Gunnarson Djurhuus, Ólavur Joensen, Hilmar Leon Jacobsen, Tórður Skorheim Guttesen, Helgi Hildarson Hoydal, Bartal Wardum.