U16 dreingir og gentur spæla finalu

Í dag verða finalurnar spældar í ungdómsdeildunum í flogbólti. Í Nes kommunu er stórur spenningur, tí Flogbóltsfelagið Ternan er partur av finalunum í bæði U16 gentur og U16 dreingir.


-Spælararnir hava vant rættuliga nógv undan finalunum, og vit gleða okkum øll til í dag. Tá møta spælararnir í Tofta skúla klokkan 13. So eta vit pasta, og klokkan gott 14 koma foreldrini at koyra okkum suður til Havnar. Dreingirnir spæla sína finalu klokkan 16.15, og genturnar spæla sína finalu klokkan 18. Tá ið báðar finalurnar eru av, fara vit aftur í skúlan at fáa okkum pizza.


Hvussu eru vónirnar at vinna?


-Vt rokna við, at talan verður um tvær rættuliga javnar finalur, og at vit hava møguleika bæði í gentufinaluni og í dreingjafinaluni. Tað hevur stóran týdning, at vit fáa stuðul frá áskoðarunum, og vit vænta, at eini hálvt hundrað og kanska fleiri enn so koma við okkum suður til Havnar, sigur Alex Troleis, formaður og venjari í flogbóltsfelagnum Ternuni.


Tað eru tólv spælarar á liðnum gentur 16 ár, og tað eru tólv spælarar á liðnum dreingir 16 ár.


Øll í Nes kommunu ynskja Alex og ungu flogbóltsspælarunum góða eydnu í finalunum. Tað ræður um at gera sítt besta og eitt sindur aftrat, so fæst at síggja, hvør úrtøkan verður!


Kelda. www.nes.fo