U12 kappingin gekk sera væl

Tað var ferð í U12 kappingini í Gundadalshøllini.


Eftir JÓN KRAGESTEEN:


HSF skipaði sunnudagin fyri kapping fyri U12 aldursbólkin. Spælt varð á teimum smáu vøllunum, soleiðis at 3 dystir kundu vera samstundis. 24 lið meldaðu til úr H71, Neistanum, VíF og StíF og spælt varð í 4 bólkum: gentur yngru, gentur eldru, dreingir yngru og dreingir eldru. Endamálið at fyriskipa kappingina var at fáa hondbóltsvirksemið eisini at vera um summarið.


Vinnaraliðini fingu hvør sína T-shirt frá Tryggingarfelagnum Føroyar. Harafturat fingu allir leikararnir ein pakka av heftiplástum, eisini trá Tryggingarfelagnum. Sagt í skemtið – varð hetta hugsað sum plástur upp á sárið hjá teimum, ið ikki rukku fyrsta plássinum.


Í kappingini vóru 24 lið, har hvørt liðið fekk fimm dystir og eina samalaða spælitíð upp á 60 min. Hvør dystur var 2×6 min við hálvleikssteðgi upp á ein min. Á vøllinum vóru tilsamans einir 120 leikarar og spælt varð frá kl. 13 til kl. 18.45.


Sigast má, at alt gekst sera væl í hond og tað var góður hugur og stemningur í høllini. Í næstum verður hendan royndin eftirmett og so fáa vit at síggja, um hetta verður eitt afturvendandi tiltak – kanska við møguligum tillagingum.