Perlur: Tvíburðarnir, Lasse og Dan Klein, komu illa fyri í summar, tá teir royndu seg í kajakk-rógving í einari danskari á í Norðursælandi. Oyggjatíðindi 26. September 2008.
Hetta mundi so eisini vera tað nærmasta teir báðir eru komnir í havsneyð. Tað kann í hvussu so er staðfestast, at kajakkin ikki sakk av borandi journalistikki, men tað kom helst væl við, at hava Meklarin við hondina.
Um tað var av mistonkiligheit, hevur blaðið ikki fingið uppspurt, men av eini ella aðrari merkiligari orsøk, høvdu teir báðir vent sær í móti hvørjum øðrum í kajakkini.
Tað var blaðstjórin, sum ikki vildi venda ryggin til Meklarin, men fann útav, at tað kanska ikki var so smart kortini.
Blaðstjórin vildi innaftur, so hann kundi venda sær rætt, men hendan manøvran var ikki tann lættasta hjá manni, sum hevði lagt av at roykja, og tí meira ella minni hevði fingið skap av einari trivaligari bamsu, sum hevði etið seg tjúkka til vetrardvalan.
Í prosessuni at koma til lands, at rætta kumpass og venda reyvuni rættan veg, møta teir báðir tveimum dønum, sum komu rógvandi eftir ánni, sum um teir ikki høvdu gjørt annað alt lívið.
Tá teir varnast, at brøðurnir høvdu sett seg í móti hvørjum øðrum, kom pínliga viðmerkingin:
Nå, i har valgt at ro i mod hinanden?
Um tað var hendan viðmerkingin ella okkurt heilt annað, sum gjørdi, at kajakkin koppaði, hevur eingin fingið uppspurt. Tað má havaríkommissiónin taka sær av, skilst.
Undir øllum umstøðum fekk paparazzi-fotografur nakrar dramatiskar myndir av hendingini, sum helst man vera eitt minni, sum teir báðir hava fingið fyri lívið.
Vit leggja til merkis, at líkamikið hvussu hart leikaði á, so misti Meklarin ongantíð pípuna. Dan Klein, blaðstjóri, sigur, at hendingin gav honum sterka ábending um, hví onki dýr livdi í ánni.
- Tá eg nam botnin, kom evjan upp í nøsina, sum túsund køstar. Eg banni uppá at allur tann danski herurin frá Dybbe Bølle liggur grivin í evjuni.
Havsneyðin kann sum ein svisk kallast:
SOS - Kleina hexerei...