Meðan lønmóttakararnir fáa 220 kr./mðr. fáa tey vælbjargaðu flatskattalættar upp til kr. 8000,-/mðr., alt ímeðan tey, ið bygt hava upp landið og goldið fullan takst fyri tað fáa 50,- kr./mðr. Vøo. frá 4,5 ferðir til 160 ferðir tað, sum pensjonistarnir fáa sum sømdir fyri hart og strævið stríð gjøgnum eitt langt lív fyri land og fólk.
Men høgrapolitisku vindarnir blæsa bæði hart og kalt. Órættvísið kemur frá teimum, ið annars hava verið borðin gjøgnum lívið, lyft og lætt og hvørs vegir ofta hava verið slættaðir av teimum, ið nú fáa gráu tøkkina. Tað er til at gráta yvir. Men tað er ikki nokk.
Tí enn ber til at geva høgra eina síðstu heilsan við tøkk fyri vístan ósolidariska atburð. Øll tey forfjónaðu og teirra verjar og samsintu eiga at møta upp á framtíðar valdøgunum og atkvøða soleiðis, at hørðu køldu vindarnir verða steðgaðir, so sólin aftur kann senda sínar heitu, fjálgandi, lívsgevandi og solidarisku strálir inn í lívskvøld pensjonistanna og annars inn til øll tey, ið liva á lívsins skuggasíðu.
Dagfinnur Danbjørg.