Fyri hesi fiskasløg varð skrásett longd, vekt, kyn og búningarstig, og haraftrat vórðu nytrur og magar tiknir til nærri greiningar.
Eins og í fjør vórðu fingin fleiri fiskasløg, sum fyri flest okkara eru heilt fremmand og í fleiri førum rættiliga serlig í skapi og útsjónd, so sum Boa-drekafiskur, tussafiskur, glæmufiskur, snípuállur, leysikjaftur og Sloans ormfiskur.
Á túrinum vórðu heili 81 ymisk fiskasløg skrásett, og av teimum vóru tvey nýggj fiskasløg skrásett fyri fyrstu ferð undir Føroyum.
Annað er fiskurin “Troldfisk” (Anaplogaster cornuta). Hitt fiskaslagið er ikki endaliga staðfest enn.