Tveita mat burtur fyri slakar 30 milliardir krónur

Norðurlond tveita á hvørjum ári etandi mat burtur fyri slakar 30 milliardir krónur.


Umroknað til føroysk viðurskifti tveita vit góðan mat burtur fyri 60 mió. kr. um árið. Í heimshøpi førir matspill til sama útlát av vakstrarhúsgassui sum alt flutningskervið í øllum heiminum tilsamans.


Hetta vil norðurlandaráðið gera nakað við. Norðurlandaráðið hevur avgjørt at seta í gongd, tað sum kann gerast byrjanin til eitt størri átak um matspill.


Hetta er eisini í tráð við ynskið hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum um at raðfesta samstarvið um viðgerða av burturkasti í Norðurlondum hægri.