Tveir umsøkjarar til loyvi til elframleiðslu úr vindorku

Tá ið freistin at søkja var úti 29. mars kl. 12.00 høvdu tveir umsøkjarar latið inn umsóknir í sambandi við open door útboðið í Hoyvíkshaganum.

Umsøkjararnir vóru:

Felag undir stovnan v/Magn

Vindrøkt
 

Umsóknir vóru til Gellingarklett í Hoyvíkshaganum og til Lambafelli, ið liggur nakað norðanfyri Hoyvíkshagan. 

Umhvørvisstovan viðgerð nú innkomnu umsóknirnar.