Í seinastu viku lótu ikki minni enn tvær nýggjar snotiligar bensinstøðir upp í Runavíkar Kommunu.
Týsdagin 25. okt. lat Magn upp eina spildurnýggja bensinstøð á Høgabóli í Saltangará. Og dagin eftir, mikudagin 26. okt., lat so Effo upp sína høvuðsumvaldu Fast-støð.
Í báðum førum er talan um sera snotiligar bygningar við øllum nýmótans tænastum til bilførarar. Sølubúðirnar hava eitt stórt vøruúrval, og atkomuviðurskiftini eru sera góð.
Runavíkar Kommuna fegnast um, at orkufeløgini bæði, EFFO og Magn, hava valt at reka virksemi í økinum, og ynskir teimum samstundis blíðan byr, stendur á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu.