Í samband við at Paul McCartney fyllir 70 ár í juni verða fleiri av hansara best kendu løgum framførd á konsert í Norðurlandahúsinum 15.juni og í Spaniastovu í Klaksvík 16.juni.
Undir konsertunum fer Andras Sólstein at siga frá lívinum hjá Paul McCartney, ein av kendastu tónleikarum úr Liverpol.
Atgongumerki eru at fáa á www.nlh.fo
Paul McCartney er ein av heimsins best kendi tónleikarum. Hann var ein drívmegi í Beatles, seinri í Wings og er framvegis ein sera virkin tónleikari.
Løg hansara frá Beatles tíðini, sum m.a. Yesterday, Eleanor Rigby og Penny Lane eru framvegis nógv spældir. Eitt av kendastu løgum hansara frá Wings tíðini er Band on the Run , meðan Mull of Kintyre frá hansara enstaklinga útgávu 1977, er eitt tað mest selda staklagi nakrantíð.
Tað er tónleikabólkurin X-mas úr Klaksvík sum fer at spæla. Fleiri minnast helst bólkin, tá hann framførdi John Lennon løg á heiðurskonsertini í Spaniastovu 9.oktobur 2010 og í Norðurlandahúsinum 15.janur 2011.
X-mas spældi eisini á heiðurskonsertini 30.12.2011 í Spaniastovu fyri Bob Dylan og Freddy Mercury.
X-mas er mannaður við Rana Nólsøe, gitar og sang, Páll Sólstein, klaver, Mikkjal Hvannasteein, gitar, Jógvan Fróði Baldvinson, bas, Jens Pauli Joensen, trummur.
Gestasangarar á konsertunum verða Hans Andrias Jacobsen, Karl Martin Samuelsen og Hanus G. Johansen.
Hans Andrias Jacobsen spælir við Grandma’s Basement og Jam obSession, og hevur sín egna tónleikabólk á Summarfestivalinum 2012.
Karl Martin Samuelsen var sangarin hjá Hjarnar í 70’ unum og 80’unum. Hann er í dag høvuðsmaðurin aftanfyri Jam obSession.
Hanus G. Johansen er kendur fyri at framføra egin løg og tulka fleiri føroyskar yrkjarar. Hann er eisini við í rokkbólkinum Ólavur Preysley &His Dirty Rag Rags frá fyrst í 70’unum.