Perla: Hetta segði neyðtøkumaðurin, sum Finn møtti í SMS.Hevði ikki ein vinmaður mín lagt upp í millum, so hevði eg dripið neyðtøkumannin,sigur Finn Arni...Oyggjatíðindi 19. juni 2009.
Tað var ein frustrerað og pínd sál, sum aftaná barnaskúlan, hevði valt at fara til skips.
Gjøgnum allan barnaskúlan hevði Finn Arni Samuelsen, við jøvnum millumbili verið misbrúktur av einum manni í Havn.
Í dag sigur hann, at misbrúki helt uppat tá hann fór úr barnaskúlanum, sum sibbi, tí hann hvørki dugdi at lesa ella skriva.
Hetta var av sonnum ein forstýra og pínd sál. kanska fór tað at hjálpa honum, at fara til skips.
Men har beinleiðis seksuelt misbrúk helt uppat, byrjaði annar grovur ágangur umborð á Morgunroðanum, har manningin spældi sær við, at loysa út á honum.
Hetta helt á til hann uttan grundgeving, fekk sparkið í land.
Síðani fór han til Grønlands við Hans Erik, sum royndi við Flemich Cap.
Her loysti teir ikki út á Finni, men hann var uppløgd rukka.
Upp gjøgnum barna og ungdómsárini, píndist Finn Arni Samuelsen. Í blaðnum mikudagin varð greitt frá, hvussu hann royndi at taka lívið av sær, og nú fortelur hann hvussu hann møtti neyðtøkumanninum frá barnaárunum, og mundi dripið hann.
- Hetta hendi tá eg einaferð var staddur í SMS. Tá sá eg pláguna koma gangandi, og eg sá reytt, sigur Finn Arni Samuelsen.
Hví, hví, hví, rópti Finn, meðan hann hevði um kvørkrarnar á neyðtøkumanninum, og var við at ekspederað hann inn í ævinleikan.
Øðin var ræðulig, greiðir Finn Arni frá í dag, og ivast ikki í, at hevði ikki ein vinmaður hansara lagt upp í millum, so kundi hann havt dripið neyðtøkumannin, sum hevði einastu verju:
- Jamenn, tú vildi sjálvur...
Hetta er ein klassisk verja, allir neyðtøkumenn brúka, og sum eisini í dag fær Finn Arna at siga, at hann er ikki úti eftir hevnd, og kanska hevur tað eydnast neyðtøkumanninum at festa ein spíra av skuldarkenslu niður í píndu sálina.
Í hvussu so er visti hann, at ongin tók hann í álvara. Kommunulæknin fekk at vita frá Finni, at hann var misbrúktur, sum skúladrongur, men hóast lógin áleggur læknum at melda slíkt, hendi einki.
Seinni kom Finn hjá Høgna hjá Ryssu-Magnusi á deild 2 - psykiatrisku deild.
Har valdi hann at vera uppaftur meira konkretur við SEX-misbrúkinum av honum, men her var eingin ivi. Sálarlæknarnir ráddi Finni frá at melda, at hann var sex-misbrúktur, tó at lógin álegði læknunum at melda slíkt.
Hvat skal ein ungur knektur halda? Neyðtøkumaðurin sigur, at hann vildi sjálvur, og læknarnir siga, at skal ikki melda!???