Leygardagin 4. mai verður ársins fyrsti bátafestivalur, sum er tann á Toftum. Umráðandi er hjá bátaeigarum, sum kundu hugsað sær at luttaka, at tryggja báti sínum pláss undir festivalinum.
Tíðindaskriv1:
Enn eru bátapláss eftir, men nógvir bátaeigarar hava longu bílagt sær pláss. Seinasta freist at tryggja sær fast pláss til bátin, er týsdagin 23.apríl.
Tekna bátin til og fá eitt fast pláss. Eftir tilmeldingarfreistina fært tú upplýst nummar og pláss.
Send upplýsningar í tposti til: hogniwaag@gmail.com,ella ring á tlf: 509311.
Hesir upplýsingar skulu skrivast í tpostin:
Navn á Báti
Sýslunummar
Longd
Breidd
Eigari, bústaður og telefonnumar.
Vit gleða okkum at síggja nógvar manningar og bátar á Toftum 4. mai.
Sí alla skránni fyri Bátafestivalin HER.
Bátafestivalurin á Toftum