Tryggingarfelagið Føroyar: SOSIALHJÁLP

Perla: Fyri at bjarga hotel- og tryggingarsamtakinum, gav Tórshavnar Kommuna, TF Ognir, loyvi til at keypa 500 fermetrar til sjey (7) hæddir fyri bara 3 milliónir kr. á Váglinum. Hetta svarar til 4.000 fermetrar, og ein fermetirprís fyri byggifrælsi uppá undir 750 kr. fermeturin. Til samanberingar skal vanligur borgari av við kr. 4.000,00 fermeturin. Bæði samgonga og andstøða í Havnar kommunu hava verið samd um at gera frávik frá lógini, og lata TF Ognir, keypa part av Vaglinum fyri spottprís, men eftirlitið í Tinganesi hevur góðtikið, at økið skuldi ikki bjóðast út alment, og dult hevur verið, at annar áhugaður keypari var til økið. Nú er Løgtingsins umboðsmaður uppi í gøluni...

Oyggjatíðindi: Dan Klein, journalistur, skrivaði greinina í 2011

Fyrst var tað í Degi og Viku eitt fríggjakvøld herfyri. Síðani tóku portalarnir hjá maktini undir við ársins avdúking, at Sjómansheimið skuldi útbyggja, og bróta seg niðan á Vaglið. "Sensatión"!??

Men sjálvandi var Oyggjatíðindi nógv fyrst við avdúkingini, sum bara ikki var so vøkur í kantunum, sum tey nú sýnast at føra fram. Oyggjatíðindi avdúkaði gøluna longu 21. Januar 2011, tá valdu hinir miðlarnir at tiga um avdúkingina. Nú “avdúkingin vaknaði aftur” er ikki talan um nakra “Gølu”, tí tann partin halda tey, at øll hava gloymt.

Men Oyggjatíðindi skrivaði:

Sambært innlitsskjølum sást, at Tryggingin í 2008 og í 2009, hevur arbeitt hart fyri, at fáa part av Vaglinum í Havn fyri spottprís.

Fólk kunnu ímynda sær hvat hevði hent um privat fyritøka hevði keypt stóran part av Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn.

Tað hevði skapt yvirskriftir, og høvd høvdu rullað.

Men ikki í Føroyum. Her kann alt henda - serliga tá Tryggingarsamband Føroya er mest afturlatna fyritøka í Landinum, og at pressan verður noktað at fáa viðkomandi upplýsingar.

Tá ið Oyggjatíðindi avdúkaði skjøl, sum prógvaðu, at Tryggingin hevði ikki ráð til at endurtryggja stórar fyritøkur í Føroyum, kom panikkur í, tí um somu tíð var arbeitt við at keypa vaglið, sum skuldi vera eitt plástur á skrantandi “langtíðaríløgurnar” hjá tryggingini, sum lítið og onki var vert, men ongin hevur torað at avskrivað íløgurnar.

Tryggingin og sakførarin, Jógvan Páll Lassen, meldaðu blaðstjóran, og vildi hava ákæruvaldið at fongsla hann fyri avdúkingina. Men fútin tordi ikki at hjálpa við ólógligu forfylgingini.

Tað er rættiliga greitt, at tryggingin hevur verið hart kroyst, og tað kom væl við at fáa Vaglið til keyps fyri bara 3 milliónir, og rætt til at byggja sjey hæddir.

Marknaðarprísurin vildi í minsta lagið ligið millum 20 og 50 milliónir, var talan um alment útboð, men TF Ognir fær økið, og hetta gevur Tryggingini eina virðisøking uppá umleið 100 milliónir.

Tað er Kári Lamhauge, verkfrøðingur, sum ger eina kostnaðarmeting av økinum, og soleiðis er komið til prísin uppá 3 milliónir kr.

Men tað var ikki tikið við, at ein vinnulívsmaður eisini var áhugaður í at keypa Vaglið, men hesin veruleikin var hildin uttanfyri málsviðgerðina.

Tryggingin viðurkendi við keypinum av Eik, at hon als ikki var so sterk, sum tað annars hevur verið boðað frá, og tað er nógv sum bendir á, at tryggingin bara hevur keypt síni egnu lík undan at verða grivin í ríkisgóðkendum kirkjugarði hjá Finansiel Stabilitet.

Men við Eik-keypinum kann Tryggingin byrja at avskriva, so tað kortini ikki virkar so ógvusligt, og uttan at nakar varnast, tí stovnurin er eitt afturlatið land, og undir einum føroyskum eftirliti, sum líkist eftirlitinum av Eik-grunninum.

Rúni Joensen, eftirlit og aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, vil ikki gera nýggja eftirmeting, tó at allir upplýsingar vóru ikki á borðinum, tá avgerðin varð tikin um, at geva kommununi grønt ljós at selja uttan alment útboð. Hesa støðuna tekur Rúni Joensen, hóast hann stendur til at verða tveittur inn í eina tænastumannakanning. Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið viðmerkingar til hesa gøluna, men umboðsmaðurin hevur nú eisini tikið málið upp frá vinnulívsmanninum, og hetta kann verða, ein nýggj støða til sosialhjálpina...

--------------

Er hetta eitt dømi um, at munur verður gjørd á lítlum og stórum kommunum, nú rok hevur tikið seg upp um nøkur summarhús í Sunda kommunu?!

Í døminum omanfyri var hetta økið á Vaglinum í Havn heldur ikki bjóða út alment. Og tað lá væl fyri hjá Havnar kommunu at fáa undantak frá Kommunala Eftirlitinum. 

Redaktiónin hjá Oyggjatíðindum, 23. februar 2020.