Trygg kós fram móti nýggju Eystaru bryggju
Jógvan Arge rør í lesarabrævi framundir, at Javnaðarflokkurin í býráðnum skal kenna seg kroystan í málinum um útbygging av Eystaru bryggju. Veruleikin er beint tann øvugti. Javnaðarflokkurin er tryggur á kósini fram móti hesum týdningarmiklum máli, men líkt er til, at Tjóðveldi og serliga Jógvan Arge hava alstórar trupulleikar at svimja upp aftur á turt, nú hann og flokkurin kollsigldu í hesum máli.
Tann, sum hevur fylgt við gongdini í hesum stóra og týdningarmikla máli, veit, at fyrst var Tjóðveldi fyri at byggja út Eystaru bryggju. Men so komu ymsar atfinningarsamar røddir um staðsetingina frammanfyri Skansan og loysnina viðvíkjandi ferðslu til og frá, sum fekk Tjóðveldi at skifta støðu.
Tað, sum síðan hendi var, at Javnaðarflokkurin og meirilutin í býráðnum lurtaðu eftir atfinningunum. Verkætlanin varð lagað til við tí úrsliti, at allir viðkomandi almennir myndugleikar hava góðkent útbyggingarætlanina.
Men heldur enn at taka undir við góðkendu útbyggingini saman við býráðsmeirilutanum, roynir Jógvan Arge at mana nýggj spøkilsi fram. Nú er tað skattaborgarans pengar, sum hann óttast fyri, og at útbyggingin hjá Tórshavnar havn fer at gera, at Skúlin á Fløtum ikki verður bygdur sum ætlað.
Eingin skattakróna fer til Tórshavnar havn
Men her eru ongi spøkilsi, her er einki at vera bangin fyri. Tórshavnar havn fíggjar sjálv íløguna at útbyggja Eystaru bryggju við inntøkum frá vinnuni og við lántøku. Skattainntøkurnar hjá kommununi fíggja ikki útbyggingina, ikki so mikið sum eina krónu.
Tað átti Jógvan Arge at vitað. Veruleikin er, at tað veit Jógvan Arge eisini fullvæl, men helst vónar hann at vinna nøkur bílig stig í valstríðum við sínum lutfalsliga nýggja afturhaldssinnaða og viljaveika stíli.
Eingin orsøk er at seta byggingina av Eystaru bryggju upp ímóti byggingina av Skúlanum á Fløtum.
Fíggingin liggur føst, og tað ger okkara politiski vilji eisini. Tilboðini uppá Skúlan á Fløtum gjørdust nógv dýrari enn ætlað, og tá skylda vit sjálvandi skattaborgarunum at vita, um vit ikki kunnu leggja tilgongdina um soleiðis, at vit ikki brúka óneyðuga nógvan skattapening til verkætlanina.
Framtíðartryggja fíggjarliga grundarlagið
Eingin ivi er um, at báðar verkætlanirnar verða framdar, tí tær eru neyðugar. Skúlin á Fløtum skal heilt einfalt byggjast, tí verandi umstøður eru als ikki haldbarar.
Á sama hátt er við Tórshavnar havn, tí byggja vit ikki út á Eystaru bryggju nú – og tað skjótt eisini – so missa vit eitt stórt tal av arbeiðsplássum og harvið eisini tær týdningarmiklu skattainntøkurnar, sum skulu vera við til at fíggja Skúlan á Fløtum og annan framburð og vælferð í kommununi.
Íløgan hjá Tórshavnar havn, sum vinnuvirksemið har rindar, er sostatt partur av okkara arbeiðin at framtíðartryggja fíggjarliga grundarlagið hjá kommununi.
Eg fari at mæla Jógvani Arge og øllum øðrum, sum kanska ikki enn hava dirvi til at taka stór stig fram á leið, at lesa tíðindabrævið “Framtíðartryggja havnarlag og arbeiðspláss” http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=6644, har eg greiði meira nágreiniliga frá verkætlanini.
Javnaðarflokkurin vil tryggan framburð
Hugsjónin og ætlanin hjá Javnaðarflokkinum er at skapa øllum í samfelagnum góðar, sømiligar og tryggar fortreytir at virka, og at liva tað lív, tey ynskja.
Visiónin hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymi er somuleiðis at skapa vinnulívinum góðar karmar fyri tryggum og fjøltáttaðum arbeiðsplássum.
Bæði Tórshavnar býur og Tórshavnar havn eru í kapping um arbeiðspláss og arbeiðsmegi við miðstaðir og havnir í øðrum londum. Hendan kappingin harðnar dag um dag, men við skynsomu kósini, vit hava lagt, kunnu vit tryggja framburð og vinna langt fram á leið.
Eins væl og vit vilja fólkavøkstur, vilja vit eisini vinnuligan vøkstur, hetta má ganga hond í hond. Tí er tað fullkomiliga óhugsandi at velja millum at byggja út á skúlaøkinum og at byggja Eystaru bryggju út. Eystara bryggja fer at vera við til at fíggja skúlarnar og aðrar verandi og nýggjar vælferðartænastur.
Hetta, og nógv annað, vilja vit fremja. Helst í samstarvi við allar aðrar góðar kreftir. Tí hóast vit eru sannførd um, at okkara hugsjón um rættindi, framburð og vælferð er røtt, so vita vit, at loysnirnar verða haldbetri, um vit samstarva breitt.
Stundin er ikki til at kúra og gremja, men til at bretta upp um armar og taka tey neyðugu og vælumhugsaðu tøkini fram á leið, hóast at tey eru stór.
Tað gera vit. Afturhaldið og svartskygnið hjá Jógvani Arge ber ongan veg.
Heðin Mortensen
Borgarstjóri