Trý mennandi átøk tilnevnd til ÍtróttaÁTAKIÐ 2020

Fimleikur fyri øll, Skúlafótbóltur og Faroe Islands Handball Cup eru mennandi og nýhugsandi átøk, sum eru í uppskoti til fáa heiðurin ÍtróttaÁTAKIÐ 2020 á ÍtróttaFAGNAÐINUM í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 13. februar. 

ÍtróttaÁTAKIÐ 2020 verður latið einum persóni, felagi, sambandi ella øðrum, sum í árinum hevur tikið stig til eitt átak, ið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum á serstakan hátt. 

Fimleikur fyri øll er eitt átak, har Føroya Fimleikasamband hevur sett sjóneykuna á møguleikan at gera fimleik heima við hús. Fimleikasambandið hevur í hesum viðfangi framleitt eina røð av filmsbrotum til sosialu miðlarnar, har ymiskar venjingar verða vístar. Hugskotið er áhugavert og øðrvísi, og endamálið er at fáa fólk at røra seg meira í gerandisdegnum.

Skúlafótbólturin er nýhugsandi átak, sum higartil hevur givið fleiri túsund børnum og ungum í fólkaskúlum og miðnámsskúlum møguleikan fyri rørslu og gleði í Marghøllini í Vági. Øll kunnu vera við í Skúlafótbóltinum, ið fer fram um heystið, veturin og várið, og sum endar við einum stórum finaludegi, har allir aldursbólkar heilt frá 1. flokki upp til miðnám spæla í finalunum.

Faroe Islands Handball Cup var átak, sum VB skipaði fyri í tríggjar dagar í august 2020. Umleið 400 børn og ung vóru við í kappingunum í Marghøllin í Vági, sum var karmur um eitt væl skipað tiltak. Faroe Islands Handball Cup kom eisini sera væl við hjá føroyskum hondbólti sum heild, tí korona hevði við sær, at allar hondbóltsstevnur uttanlands vóru avlýstar.

Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaÁTAKIÐ 2020 eina peningaupphædd á 15.000 krónur. ÍtróttaFAGNAÐURIN verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá KVF leygarkvøldið 13. februar kl. 19.30.