Trý fólk handtikin í Fuglafirði

Í samband við, at Náturugripasavnið í gjár skuldu seta sendarar á 7 grindahvalir, gjørdi trý fólk við tilknýti til
Sea Shepherd eina roynd at órógva hetta arbeiði. Tey vórðu tí øll trý handtikin
av løgregluni.



Tey handtiknu eru ein 25 ára gamal maður og
tvær kvinnur sum eru ávíkavist 24 og 31 ára gamlar. Tey handtiknu koma frá
Kanada, USA og Fraklandi



Tey handtiknu verða skuldsett fyri brot á
grindalógina.



Politiið hevur ikki fleiri viðmerkingar til
málið í løtuni.



Pressutalsmaður: Andras Marr Poulsen,
varapolitiinspektørur