Trý bridgepør til sterka kapping í Keypmannahavn

Trý føroysk bridgepør verða við í sterkari norðurlendsku parakapping í Keypmannahavn leygardagin 20. januar.

Trý pør á landsliðsstigi verða við úr Føroyum. Tey eru Símun Lassaberg-Rói á Rógvi Joensen, Bogi Simonsen-Arne Mikkelsen og Árni M.Dam-Balle Mohr.

Í kappingini eru 32 tey bestu pørini úr Danmark, Føroyum, Norra og Svøríki.

Tað verða langir dagar, tí leygardagin verður spælt frá kl. 10 til 22 og sunnudagin frá kl. 9 til 15.30.

Til ber at fylgja við kappingini á www.bridgebase.com (BBO), sum sendir beinleiðis.