Trúgvi Johansen 10 ára starvsdag
Trúgvi, sum er húsavørður og altmøguligtmaður á Ellisheiminum, er upprunaliga útbúgvin maskinsmiður á Tórshavnar Skipasmiðju. Hann er kendur B-36-fjeppari og hevur verið íðin innan kappróður, m.a. er hann ein av høvuðsdómarunum, tá stevnur eru king landið.
Trúgvi dámar væl kríatúr. Hann plagar at hava veðrar gangandii uttanfyri Ellisheimið og hann plagar eisini at vera úti í Hesti og hjálpa sváginum at fletta og bóndast.
Beistaktigur er hann eisini - á Ellisheiminum hevur hann havt tveir páfuglar, annan kallaði hann Jóan Petur eftir trivnaðarstjóranum í Tòrshavnar kommunu, og hin Heðin eftir borgarstjóranum.
Bæði formaðurin og leiðarin á Húsaumsitingini vóru til steðar, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði blómur og ynskti tillukku nú seinnapartin.