Tróndi Patursson frá fjósi til Kennedy Center

Tróndur Patursson hevur fingið tann stóra heiður at verða eitt av høvuðsnøvnunum á stóra listafestivalinum Nordic Cool, sum verður í The Kennedy Center í Washington D.C. í februar næsta ár.


The Kennedy Center er eitt av heimsins størstu mentanarhúsum og væntandi verða fleiri 100.000 vitjandi á festivalinum, sum varir ein mánað.


Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum og Tróndur Patursson, listamaður ´fara at hava tíðindafund um tiltakið heima hjá Tróndi, á Fjósi í Kirkjubø.


Meiri um The Kennedy Center sæst á http://www.kennedy-center.org/


Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið


Inger Smærup Sørensen