Danska verjuskipið "Triton” hevur ligið við bryggju í Runavík um Hvítusunnuhalguna. Manningin setti seg seg í samband við havnarmeistaran fyri at vita, um til ber at fáa ein fótbóltsdyst í lag, har spælt verður ímóti eldri lokalum leikarum.
Runavíkar havn hevur við góðari hjálp frá Jonhardi Hilmarssyni Hansen skipað tað soleiðis, at dysturin var á vøllinum við Løkin í gjárkvøldið.
Heimasíðani hjá Runavíkar Havn, skrivaði í gjár:
Enn vita vit ikki hvussu liðini verða mannað, uttan tað, at Jonhard sjálvur verður málverji á staðbundna liðnum og hartil er avgerð tikin um, at havnarmeistarin varð dómari í dystinum. Vit hava tó ikki frætt hvør vann dystin.
Kelda: www.portofrunavik.fo