Tríggjar oyggjar í Føroyum av altjóða týdningi

Fríggjadagin 6. juli fingu Føroyar handaða váttan fyri, at Mykines, Nólsoy og Skúvoy eru útnevndar sum øki av altjóða týdningi í tráð við Ramsar sáttmálan. Hetta hendi á ráðstevnu í Bukarest, har umboð fyri flestu av heimsins londum eru savnaði. Váttanin er ein staðfesting av, at hesi øki hava eitt somikið ríkt fuglalív, at tað hevur altjóða týdning.


“Tað er at fegnast yvir, at vit í Føroyum nú hava fingið trý øki útnevnd til Ramsar-øki í samsvari við Ramsar sáttmálan. Ein tílík góðkenning er ein staðfesting av, at vit her heima framhaldandi vilja virka fyri at varðveita okkara náttúru og tilfeingi. Góðkenningin viðførir eisini, at Føroyar kemur á altjóða kortið tá talan er um náttúruøki av týdningi“ sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í umhvørvismálum.


Ráðstevnan verður hildin triðja hvørt ár, í samsvari við Ramsar sáttmálan. 162 lond eru fevnd av sáttmálanum, harímillum Føroyar. Ramsar sáttmálin er ein millumlanda sáttmáli, sum eitt nú áleggur limalondum skyldu at skipa fyri tiltøkum at varðveita og tryggja skynsama nýtslu av eitt nú fuglabjørgum o.ø., ið hava serligan týdning fyri ávís fuglasløg.


Í 2010 byrjaði arbeiðið við at fáa útnevnd øki sum Ramsar-øki í Føroyum, og varð farið undir at fáa staðfest tann stóra týdning, ið Mykines, Nólsoy og Skúvoy hava. Samstarv hevur verið við fleiri stovnar m.a. Náttúrugripasavnið og Fuglakanningarstøðina hjá Havstovuni, sum hava savnað og skrásett neyðuga vitan um hesar oyggjar.


Sera stórir fuglastovnar


Hóast vit vita, at tað ikki gongur gott hjá fuglum í løtuni, so eru sjófuglastovnarnir framvegis stórir í altjóða høpi, og er stóra talið av sjófugli í hesum trimum oyggjum grundarlagið undir góðkenningini.


Í Mykinesi eru yvir 100.000 pør av lundum eisini eru havhestar, drunnhvítar, ritur, súlur og so framvegis. Í Nólsoy eru yvir 50.000 pør av drunnhvíta, møguliga fleiri ferðir so nógv, umframt lundar, teistar og aðrar fuglar við. Í Skúvoy eru 50.000 pør av lomviga, og eisini eru havhestar, lundar, skrápar o.f. Sera nógvur sjófuglur er í Føroyum sum heild, men hesar tríggjar oyggjar skara fram úr.


Økini skulu verjast


Ein avleiðing av at hava fingið hesi øki góðkend sum Ramsar-øki er, at Føroyar regluliga skulu fráboða hvat verður gjørt fyri at verja hesi øki og fuglarnar á hesum støðum.


Innlendismálaráðið hevur longu sett part av hesum arbeiði í verk. Síðstu tvey árini eru teljingar skrásettar av lundanum í Mykinesi og drunnhvítanum í Nólsoy, so gongdin hjá teimum kann staðfestast. Næsta stigið er at meta um tørvin á náttúruverju og tiltøkum á hesum trimum oyggjum. Sáttmálin hevur ásetingar og tilmæli til hvat skal gerast, og sáttmálin vísir eisini á, at tiltøk skulu gerast í samstarvi og við virðing fyri fólkið á staðnum. Úrslitið skal vera til fyrimun fyri bæði fugl og fólk á staðnum.


Í næstum fer Innlendismálaráðið at seta seg í samband við kommunurnar, fyri at fáa eitt samstarv í lag.