Tríati og sukursjúka

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu fyllir í hesum døgum tríati. Vit fara at hátíðarhalda tað við at koma við góðum tíðindum til Føroya fólk: Títtleikin av typu 2 diabetes ella gamlamanna sukursjúku er áleið tann sami sum í hinum Norðanlondunum og lægri enn miðaltøl fyri heimin allan sambært WHO – nevniliga 6,6 % av teimum millum 20 og 79 ár hava diabetes í Føroyum. Sambært okkara kanningum veit bert ein triðingum av teimum, sum hava sukursjúku í Føroyum enn ikki av tí og søkja sær tí ikki heiliráð – og hetta er ein minni partur av fólkinum enn aðrastaðni.

Vit á deildini hava nú í fleiri ár kannað fólk fyri sukursjúku. Eini 5.000 fólk eru vorðin kannað í ymiskum granskingarverkætlanum. Ein av hesum kanningum er júst vorðin almannakunngjørd í vísindatíðarriti, og hon er umrødd niðanfyri.

TÍTTLEIKIN AV TYPU 2 DIABETES OG PREDIABETES Í FØROYUM
Vísindalig grein um títtleikan av typu 2 diabetes og prediabetes í Føroyum er júst útkomin í tíðarritinum Diabetes Research and Clinical Practice.
Í 2011-2012 vórðu 1772 føroyingar í aldrinum 40-74 ár kannaðir fyri typu 2 diabetes (gamlamanna diabetes). Íalt høvdu 169 (9,5%) luttakarar sjúkuna, harav 6,5% vóru staðfestir undan kanningini og 271 (5,3%) høvdu prediabetes (fordiabetes). Títtleikin, staðfestur undan kanningini, er samsvarandi við tøl úr hinum Norðanlondunum. 

KANNINGIN
Í 2011 og 2012 gjørdi Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu eina umfatandi tvørskurðskanning av typu 2 diabetes (á mannamunni ofta nevnd ‘gamlamanna sukursjúka’) í Føroyum. Í alt vórðu 2186 tilvildarligir føroyingar í aldrinum 40-74 ár bodnir at luttaka, sum vóru heili 11% av øllum føroyingum í hesum aldursbólki, og 1772 játtaðu at koma og gjøgnumførdu kanningina.
Typa 2 diabetes verður staðfest við blóðroynd, men ofta skal hetta kannast neyvari við fleiri blóðroyndum, áðrenn diagnosan er greið. Í hesi kanning varð blóðsukrið mált tríggjar ferðir hjá nøkrum luttakarum, áðrenn endalig støða varð tikin til, um viðkomandi hevði typu 2 diabetes. Nakrir luttakarar høvdu typu 2 diabetes frammanundan kanningini, og taldu tey við í endaliga úrslitinum. 

Við fyrstu blóðroynd varð mált blóðsukur og HbA1c (millum fólk ofta nevndur ‘slatriprøvin’ – HbA1c vísir, hvussu blóðsukrið hevur ligið síðstu 8-12 vikurnar). Frískir luttakarar høvdu bæði lágt blóðsukur og lágt HbA1c; hesi komu ikki til fleiri kanningar. Allir aðrir luttakarar komu til næsta kanningarstig. Blóðsukrið varð mált á fastandi hjartað, og síðan fingu hesi ein sera søtan sukurløg at drekka – rópt sukurløðsla. Tveir tímar seinri varð nýtt blóðsukur mált. Vóru virðini lægri enn eitt vist, varð prediabetes (ella fordiabetes) staðfest. Tey, sum høvdu sukurvirði yvir eitt vist, vórðu so boðin til eina triðju kanning. 
Somuleiðis sum til aðru kanning, varð blóðsukrið mált á fastandi hjarta, sukurløgur drukkin og nýtt blóðsukur mált eftir tveir tímar. Blóðvirði undir sama marki sum til aðru kanning staðfesti prediabetes. Teir luttakarar, sum aftur hesaferð høvdu virði omanfyri markið, fingu staðfest typu 2 diabetes.
Harumframt svaraðu luttakararnir einum spurnablaði um lívsførslu, ættarbregði fyri diabetes, heilsuviðurskifti, arbeiði og útbúgving og um kostin. Hetta eru spurningar, sum kunnu hugsast at hava samband við vandan fyri diabetes. Eisini vórðu luttakarar við typu 2 diabetes likamskannaðir fyri møgulig árin av sjúkuni og lótu blóðroynd til kanningar fyri dálkingarevni.

TÍTTLEIKIN Í FØROYUM OG AÐRASTAÐNI
Íalt høvdu 169 (9,5%) luttakarar typu 2 diabetes, av hesum vórðu 53 (3%) staðfest í kanningini og 271 (15,3%) høvdu prediabetes, tað vil siga at næstan ein fjórðingur av øllum í kanningini høvdu ov høg blóðsukurvirði. Kynsbýtið var soleiðis, at 13% av monnum og 6% av kvinnum høvdu diabetes og 16% av monnunum og 15% av kvinnunum høvdu prediabetes. Títtleikin øktist við aldri, so góð 4 ferð fleiri vóru í elsta aldursbólki (70-74 ár) í mun til ynskta í aldursbólki (40-44 ár).

Í fyrsta umfari sýnast føroysku tølini nakað hægri enn í hinum Norðanlondunum, uttan í Grønlandi, har títtleikin er á leið tann sami, fyri sama aldursbólk. Kanningarháttur og aldur á luttakarum ávirka úrslitini. Í Danmark hava 5,7% diabetes, í Norra 3,8% og í Svøríki 3,5%. Hesi tøl koma frá diabetes- og reseptskrásetingum, tað vil siga, at títtleikin umboðar bert fólk, sum longu eru í skipanini í øllum aldri. Í føroysku kanningini vóru 6,5% staðfest undan kanningini, havast skal í huga, at hesir luttakarar vóru millum 40-74 ár. Eftirsum títtleikin økist við aldri er sera sannlíkt, at okkara tøl høvdu verið lægri, um yngri fólk eisini vóru við í kanningini. Í Suðurevropa hava tey gjørt kanningar, sum líkjast okkara við kanningarbólkum og blóðsukurmátingum, og har líkjast tølini, tó so, har vóru luttakararnir frá 18 árum og eldri. Eingin kanning er so neyvt gjørd sum tann føroyska, tí Suðurevropisku kanningarnar byggja úrslitini á bert eina blóðroynd, meðan okkara úrslit koma frá trimum royndum.

Kanningar úti í heimi vísa, at av skrásettum typu 2 diabetikarum í einum landi, gongur  umleið ein helvt afturat, sum ikki vita, at tey hava diabetes. Hetta lutfallið var minni í Føroyum, tí bert ein góður triðingur afturat fekk staðfest sjúkuna, møguliga tí vit hava eina vælvirkandi kommunulæknaskipan, sum finnur tey við sukursjúku.  

GREINING 
Umframt at títtleikin øktist við aldri, og at fleiri menn høvdu diabetes, so var ikki óvæntað, at yvirvekt, rørsla og kostur eisini ávirkaðu. Ættarbregði er væl kent, serliga í móðurætt. Hægri likamsvekt, tess størri var vandin, meðan rørsla og kostur við grønmeti fyribyrgdu. Hetta sóu vit hjá bæði bólkinum við prediabetes og serliga fyri bólkin, sum fekk staðfest diabetes í kanningini. Hesi høvdu næstan fimm ferð so stóran vanda fyri at verða ovurfeit (BMI ≥ 30,0) í mun til tey frísku, og rørdu seg helvtina av tí, tey frísku gjørdu og ótu helvtina minni grønmeti enn tey  frísku. Tey, sum frammanundan vóru diagnostiseraði ið diabetes, sýntust í minni mun at viga ov nógv, tey rørdu seg meir og ótu meira grønmeti í mun til tey, sum fingu staðfest prediabetes og diabetes i kanningini. Diabetes økti eisini um vandan fyri høgum blóðtrýsti og hjartatilburðum. Hetta eru júst somu úrslit, sum kanningar úr øðrum londum vísa. Eitt annað, sum ofta verður ført fram, er sambandið millum diabetes og útbúgving og inntøku, at fólk við lægri útbúgving hava øktan vanda fyri diabetes. Hetta sambandið sóu vit ikki, hvørki fyri útbúgvingarlongd, inntøku ella arbeiði.

Eftir ætlan verður næsta stig at greina úrslitini frá likamskanningunum, umframt at kanna, um dálkingarevni hava árin á vandan fyri at fáa diabetes.

Vit vilja nýta høvið at takka øllum luttakarum hjartaliga fyri tykkara luttøku, , tí uttan tykkum hevði hetta ikki latið seg gjørt.
   
Tey, sum hava verið við í kanningararbeiðinum, hava verðið: Anna Sofía Veyhe, Jens Andreassen, Jónrit Halling, Philippe Grandjean, Maria Skaalum Petersen, Hildigunn Steinhólm Højgaard, Marita Hansen, Nanna Kallsberg, Sólrun Wardum og Pál Weihe.

Verkætlanin er fíggjarliga stuðlað av Granskingarráðnum, Miljøstyrelsen í Danmark og Statoil Føroyar.

Heilsan

Pál Weihe, yvirlækni og professari
Anna Sofía Veyhe, MPH, PhD                                   
Jens Andreassen, deildarlækni