Triathlonkapping í sokallaða OL teininum

Komandi sunnudag, sunnudagin 29. apríl, skipar Føroya Triathlon Felag fyri triathlonkapping í tí sokallaða OL teininum!


Tað er júst hesin teinur, ið kappast verður á til komandi Oyggjaleikir.


OL teinurin er:


• 1500 metrar svimjing


• 40 kilometrar súkkling


• 10 kilometrar renning


Svomið verður í Svimjihøllini í Gundadali. Súkklað 4 ferðir millum rundkoyringarnar við Svimjihøllina, Skansan og Hvítanesvegin.


Tá skift verður frá súkkling til renning, verður skift við parkeringsøkið við Plantusøluna á Hvítanesvegnum.


Runnið verður vestanfyri Skógrøktini. Málið er á parkeringsplássinum hjá Skógrøktini.


Favorittur at vinna kappingina er uttan iva Guðmundur Joensen, sum seinastu árini hevur vant miðvíst hesa spennandi ítóttargrein. Í næstum skal Guðmundur luttaka í stórari kapping í Lissabon. Tá verður kappast í ½ ironman, tvs. umleið tað dupulta av OL teininum.


Kappingin byrjar kl. 13.00, og luttakarar skulu møta í seinasta lagi kl. 12.30.


Ábyrgd: Kári Simonsen & Evald Rasmussen