Trafikproppurin í Runavík

Nú slapp enn einaferð ein Tjóveldismaður í KVF at kæra sína neyð. Hesaferð var tað Tobbi sum vísti á, trupulleikan við ferðsluni tá tunnilin letur upp.

Stórsti trupulleikin er at Runavíkar kommuna eigur ongar pengar. Kommunan skyldaði fyri stuttum meira enn eina álíkning, sum viðførur at kommuna átti at verið sett undir umsiting. Undantak fekst tó tí toppurin av skuldarfjallinum var orsaka av yvirtøku av eldraøkinum.

Harumfram sæst roknskapurin fram til oktober á heimasíðuni hjá gjaldstovuni. Hann vísur at at evnini at brúka pengar eru munandi betri enn evnini at goyma pengar. 

Ein forðing fyri einari loysn er ein miðbýar ætlan sum ger, at vegurin kostar 130 milliónir, heldur enn ein munandi bíligari loysn.

Ein onnur orsøk er at Henrik Old og Heðin Mortensen gjørdu eina avtalu í oktober 2016 um at Landskassin og Tunnilsfelagið skuldu gjalda 85% av innkomuvegi til Havnar. Men avtalan bleiv sambært Tórshavnar kommunu longu brotin í oktober 2017, tá staðfestast kundi at onki bleiv sett av á løgtingsins fíggjarlóg. Einum kemur til hugs at hetta var valagn. Júst sum við Fámjinstunnlinum, var tað helst ongantíð æltanin at halda avtaluna.

Tað átti Runavíkar kommuna at vita og átti at tikið neyðug stig beinan veg. At rokna við at kunna kopiera eina brotna avtalu er neyvan skilagott.Eitt avgerandi stig er sjálvandi at avseta pengar til sín part av avtaluni. Tað hevur kommunan ikki gjørt higartil.

Landskassin eigur ongar pengar. Runavíkar kommuna skyldar nógv og hevur tí hvørki pengar til miðbýarætlan ella svimjihøll. Besta loysnin er at gera Gøtudalstunnilin og leiða ferðsluna eftir eystara armi sigur Landsverk. Tað segði Landsverk eisini fyri 20 árum síðan. Men í Runavík væntaðu tey at gerast blindtarmur og tí hevur ongin vilja tosa um Gøtudalstunnil fyrr enn Eysturoyartunnilin er liðugur. 

Annars er trupulleikin í Søldarfirði minst líka stórur sum í Runavík og kann bara loysast við vegi fyri fleiri hundrað milliónir. 

Eg búgvi á Strondum og fyri mína skuld kunnu tit eiga gjøgnumgangandi ferðsluna hinumegin. Men fyri samfelagið er Gøtudalstunnil rætta loysnin. Tað er eisini nógv betri fyri Runavíkar kommunu. 

Gøtudalstunnilin hevur breiða undirtøku, og tí ber til at finna pengarnar. Runavíkar kommuna hevur ikki ráð at gera innkoyringarveg. Løgtingi fer ikki at játta pengar úr einum tómum kassa til tað næstbestu loysnina, sum harumframt kostar 100 tals milliónir í Søldarfirði.

Eivind Jacobsen
Strendur