NAFO er millumtjóða fiskiveiðifelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Norðuratlantshavi. NAFO stendur fyri Northwest Atlantic Fisheries Organisation.
Í NAFO luttaka Føroyar saman við Grønlandi undir sonevndu DFG-skipanini.
Hini limalondini eru ES, Frakland (St Pierre et Miquelon), Ísland, Japan, Kanada, Kuba, Noreg, Russland, Suðurkorea, Ukraina og USA.