Tørvur á greiðum svari um sendimannin í Keypmannahavn
Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í gjár sett Aksel V. Johannesen, løgmanni, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um Sendistovu Føroya í Keypmannahavn og flytan av sendimanninum til Føroya. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn
Kann løgmaður greiða nærri frá:
1. Hvørjar umstøður og fortreytir eru broyttar, síðan sendimaður Føroya í Keypmannahavn er kallaður heim til Føroyar?
2. Verður sendimaður Føroya í Keypmannahavn í 2019 staðsettur í Føroyum at arbeiða við Fjareystri, ella verður hesin staðsettur í Keypmannahavn í 2019, soleiðis sum peningur vanliga er settur av til á árligu løgtingsfíggjarlógini?
Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, at vanlig uppfatan er, at um stjórnir í londum kalla sendimann heim, ruggar ikki alt rætt. Tí verður løgmaður spurdur nágreiniliga, hvat orsøkin er til, at sendimaður Føroya í Keypmannahavn er biðin um at koma heim og um umstøður og fortreytir eru broyttar, sum Løgtingið eigur at fáa vitan um sum játtanar- og eftirlitsmyndugleiki.
Í sambandi við fyrispurning nr. 26/2018, dagfestur 2. november 2018, frá undirritaða til løgmann, um Sendistovu Føroya í Keypmannahavn, verður m.a. upplýst í svarinum, dagfest 13. november, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur valt, at sendimaðurin skal virka til dagligt í Føroyum, og at hesin arbeiðir við Fjareystri.
Løgmaður varð spurdur, um hann helt tað vera sambæriligt við játtanina á løgtingsfíggjarlógini, at pengarnir til sendimannin í Keypmannahavn verða brúktir til, at hesin virkar úr Føroyum og arbeiðir við uppgávum ið viðvíkja Fjareystri.
At enda sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at svarið er tvídeilt á tann hátt, at fyrst verður staðfest, at landsstýrismaðurin ikki hevur forbrotið seg við, at sendimaðurin í Keypmannahavn virkar úr Føroyum, sum hann ger og at brúka markaða peningin til uppgávur viðvíkjandi Fjareystri. Samstundis verður sagt, at landsstýrismaðurin má broyta tekstin á næstu løgtingsfíggjarlóg, so hann samsvarar við virksemið skilst.
Tí er neyðugt at fáa greiðu á, áðrenn nýggja løgtingsfíggjarlógin fyri 2019 verður samtykt, hvat peningurin skal brúkast til, so støðan ikki endurtekur seg á tann hátt, at Løgtingið heldur seg játta pengar til virksemið hjá Sendistovu Føroya í Keypmannahavn, sum ásett í tekstinum til figgjarlógina - og ikki til at virka úr Føroyum og arbeiða við uppgávum, sum viðvíkja Fjareystri.
Hetta málið er framvegis ógreitt. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Sambandsflokkurin