Tórsvallarútbyggingin ein sólskinssøga

Á fundi í gjárkvøldið hava umboð fyri býráðið og FSF tikið
samanum stóru útbyggingarnar av Tórsvølli. Partarnir fegnast um góða samstarvið
higartil, og ætlanin er nú at halda fram til tess at gera Tórsvøll lidnan, so
at tjóðarleikvøllur okkara lýkur øll altjóða krøv.



Úrslitini hjá føroyska fótbóltslandsliðnum eru síðstu
árini vorðin alsamt betri. Á sama hátt er við tjóðarleikvøllinum, og ivaleyst
er samanhangur millum nógv betraðu umstøðurnar og úrslitini.



Kommunan og FSF hava á fundi í kvøld tikið samanum útbyggingarnar
av Tórsvølli, sum av álvara byrjaðu í 2011, tá ein heildarætlan – ein
masterplanur – varð gjørdur fyri Tórsvøll og alt Gundadalsøkið.



Fyrsta stóra verkætlanin var at fáa ljósmastrarnar upp,
tí altjóða fótbóltssamgongurnar UEFA og FIFA kravdu, at dystir framyvir eisini
skuldu spælast um kvøldið. Næsta stigið var at taka flagið av Tórsvølli og í
staðin leggja graslíki á, tí graslíki varð góðkent til altjóða dystir.



Áskoðarar undir tak



Í heildarætlanini var næsta byggistig suðurendin og
eystursíðan. Ynskið varð at fáa áskoðararnar undir tak. FSF ynskti at byggja
sær fyrisitingarbygning á suðursíðuni. Gamla áskoðaratribunan við suðurendan
varð tí tikin niður, og áskoðarapláss av munandi betri dygd bygd uppaftur.



Á eystursíðuni skuldu eisini sølubúðir og wc-umstøðurnar
betrast munandi. Harumframt eru allir stólarnir skiftir út, so at áskoðarin
situr munandi betri enn áður.



Í 2012 varð gjørd kostnaðarætlan fyri útbygging bæði av
suðurendanum og eystursíðuni, tað sum nú er liðugt bygt. Kostnaðarmetingin ljóðaði
uppá kr. 84 mió.



Nú byggingin er liðug trý ár seinni, kann staðfestast, at
byggingin fer at halda seg innanfyri fíggjarkarmin.



Sólskinssøga



Bæði borgarstjórin, Heðin Mortensen, og FSF forsetin,
Christian Andreasen, fegnast um samstarvið higartil og tey stóru avrik, sum eru
komin burturúr.



Og talan er um sanna sólskinssøgu – á so mangan hátt.



Tórsvøllur var fyri fimm árum síðan eingin vøkur sjón.
Fyri kommununa hevði avgerandi týdning, skuldi nakað yvirhøvur gerast við
Tórsvøll, at FSF var partur av ætlanini. Fyri FSF var líka so umráðandi, at
føroyskur landsliðsfótbóltur framhaldandi kundi spælast í Føroyum, og tí var
eitt samstarv millum Tórshavnar kommunu og FSF um útbygging av Tórsvølli til
altjóða stadion alneyðugt.



Eisini fíggjarliga er talan um sólskinssøgu.
Skattgjaldarin í Tórshavnar kommunu er sloppin munandi bíligari, tí FSF hevur
við stuðli úr UEFA og FIFA fíggjað meir enn helvtina av íløgunum. Talan er
harumframt um stuðulsfígging frá aljtóða fótbóltssamfelagnum, sum er komin
føroyska samfelagsbúskapinum til gagns við fleiri skattainntøkum, mvg-inntøkum
v.m.



Vestursíðan gerast liðug



Men enn er ikki komið á mál. Vestursíðan krevur stórar
dagføringar eisini til tess at lúka altjóða krøv til fasilitetir til
leikararnar, dómararnar, fjølmiðlarnar v.m. Harumfamt skulu áskoðaraplássini
har eisini undir tak. Stadion verður tá ein heild.



Og eingin ivi er um, at neyðugt er at fremja byggingina,
tí enn er Tórsvøllur flokkaður sum kategori 3 leikvøllur, tað merkir, at hann
hevur dispensatión til A-landsdystir. Tá Vestursíðan er gjørd, verður
Tórsvøllur flokkaður í kategori 4 og harvið endaliga góðkendur.



Á fundinum í kvøld vóru stig tikin til nýtt samstarv um
at fara undir henda partin av útbyggingarætlanini. Skal hon realiserast, er
neyðugt við samstarvi eisini um tann fíggjarliga partin.



Borgarstjórin og FSF forsetin eru sera bjartskygdir um,
at hetta fer at bera til. Góða samstarvið higartil, har byggingin hevur hildið
ásetta fíggjarkarmin, er besta grundarlagið fyri víðari útbyggingini og
samstarvinum.



FSF hevur tá loksins fingið ein altjóða góðkendan
leikvøll, og landið alt hevur fingið eitt savnandi og stolt fótbóltsstadion av
altjóða formati mitt í høvuðsstaðnum.