Tórshavnar Manskór hevur 25 ára jubileumskonsert í framsýningarhøllini á Tórshavnar Skipasmiðju leygardagin 17. mars kl. 17.00.
Tað verður ein dámur av einfaldni og stórleika at uppliva stórfingnu fjórðingsaldar hátíðarframførsluna hjá Tórshavnar Manskóri leygardagin millum kørgu betongflaturnar í framsýningarhøllini við frumkendu ljóðviðurskiftunum úti á Skipasmiðjuni.
Hetta er fyrstu ferð, at konsert er í hesum hølum, sum í uppruna vóru ætlað til skipasmíð við eyðkenda málmljómi sínum. Hølini hava seinastu sjey árini verið karmur um starvsstovur og framsýningarhøli hjá nøkrum av okkara kendastu myndlistafólkum. Hesi hava nakrar av málningum sínum hangandi í hølunum undir konsertini leygardagin.
Hetta skapanarumhvørvið í handverki og myndlist á Skipasmiðjuni gevur eitt serligt huglag. Tað er sum hoyrist hamarslagið hjá Janusi og taktfasta áralagið í aldargamla útróðrarsálminum 'Jeg vil mig Herren Lofve', sum kórleiðarin hevur útsett fyri manskór, á viðkvæman hátt í hesum fjølsetta vavi.
Verið hjartaliga vælkomin at uppliva løtuna á Skipasmiðjuni!