Tórshavnar kommuna sjónlig á ONS

Í gjár lótu framsýningarhølini á stóru oljumessuni í Stavanger upp.


Í einum av teimum tíggju stóru høllunum við framsýnarum úr øllum heiminum, verður Tórshavnar kommuna marknaðarførd á einum føroyskum felagsbási.** Rættiliga nógvir gestir vitjaðu básin henda fyrsta dagin.


Fleiri av teimum vóru eisini at síggja aftur um kvøldið á bryggjuni, har Westward Ho liggur, og Tórshavnar kommuna og Runavíkar kommuna í góðum samstarvi hava felags tjald. Har verður boðin matur frá Hotel Føroyum, føroyskir tónleikarar framføra og Kunningarstovan veitir ráð til vitjandi.


Tjaldið má sigast at rigga sera væl í hugnaliga umhvørvinum millum tjøld hjá so mætum oljubýum sum Houston, Aberdeen og Esbjerg.