Tórshavnar kommuna í Rio: Umhvørvisloysnir í Tórshavn viðgjørdar í Rio

Mánamorgunin verða fleiri umhvørvisloysnir hjá Tórshavnar kommunu lagdar fram á Rio+20-ráðstevnuni. Størsta útlendska áhugan hevur ókeypis bussleið, stýriskipanir til gøtuljós, sjóhiti og flagtekjur.


- Á fundi í høvuðstaðarsamstarvinum í Oslo fyri 3 árum síðani varð avgjørt at næsti fundur í Keypmannahavn í 2011 skuldi hava høvuðsevnið orka og alternativar orkuloysnir. Vanligt er at hava eitt høvuðsevni á fundinum, har høvuðsstaðirnir kunna hvønn annan um ymiskar loysnir og soleiðis læra hvør av øðrum. Á fundinum í Oslo varð eisini avtalað at taka stigið víðari og framleiða eitt katalog við orkuloysnum, sum eisini skuldi geva øðrum enn bert norðurlendsku høvuðstaðunum íblástur.


Hetta er eitt felags norðurlendskt eksportkatalog , sum miðar eftir at marknaðarføra nakrar serliga áhugaverdar umhvørvisvinarligar loysnir hjá teimum 8 norðurlendsku høvuðsstaðunum, Helsinki, Keypmannahavn, Mariehamn, Nuuk, Oslo, Reykjavík, Stockholm og Tórshavn.


- Avgjørt varð á fundinum í Keypmanahavn, har formannsskapurin í býráðnum, kommunustjórin og tekniski stjórin hjá Tórshavnar kommunu luttóku, at almannakunngerða eksportkatalogið hin 18. Juni 2012 í Rio de Janeiro í samband við altjóða umhvørvisráðstevnuna Rio+20, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.


Framløga nú mánadagin


Tað verður borgarstjórin í Oslo, sum vegna teir 8 norðurlendsku høvuðsstaðirnar mánadagin almannakunngerð katalogið í ICLEI’s Global Town Hall í Rio de Janeiro. Tórshavn er umboðað av tekniska stjóranum, Jákupi Egholm Hansen, sum hevur staðið fyri arbeiðinum hjá Tórshavnar kommunu við eksportkataloginum. Hann skal, saman við umboðum fyri nøkrum av hinum norðurlendsku høvuðsstaðunum, hava eina framløgu um umhvørvisloysnirnar, sum Tórshavnar kommuna arbeiðir við.


- Úrslitið er sum sagt eitt felags norðurlendsk eksportkatalog, sum miðjar eftir at marknaðarføra tær mest áhugaverdu og serligu umhvørvisvinarligu loysnirnar til aðrar býir kring heimin. Endamálið var sostatt bæði at vísa øðrum býum á uppfinnsemi, og hvussu frammarliga norðurlendsku høvuðsstaðirnir eru í arbeiðinum at minka um umhvørvisárini frá býum, men eisini at skapa møguleikar fyri, at norðurlendsk vinnuvirki, sum arbeiða við slíkum loysnum, kunnu selja síni hugskot og loysnir til onnur lond, sigur Heðin Mortensen.


Arbeiðið at gera eksportkatalogið fór í gongd stutt eftir ráðstevnuna í Keypmannahavn. Høvuðsstaðirnir heittu á altjóða ráðgevaravirkið ARUP í London um at standa fyri arbeiðinum, og somuleiðis varð avgjørt at søkja Norðurlandaráðið um stuðul til at gera eitt slíkt eksport-katalog, sum síðst í 2011 avgjørdi at veita stuðul til hetta felags norðurlendska átak. Keypmannahavnar kommuna hevur tikið sær av samskipanini millum høvuðsstaðirnar, og hvør av hesum 8 norðurlendsku høvuðsstaðnum hevur síðani útvegað teir upplýsingar og lýsingar sum skuldu við í katalogið.


Umhvørviskatalogið setir fokus á 7 høvuðsevni, sum eru vanlig fyri býir. Hesi evni eru býarskipan og bygging, flutningur, orkusparandi gøtuljósskipanir, umhvørvisvinalig orkuframleiðsla, vatn, tøkniligar umhvørvisloysnir og at enda átøk fyri at fremja hugburðbroytingar.


Flagtekjur áhugaverdar


Tá umhvørvisserfrøðingarnir hjá ráðgevaravirkinum ARUP fóru undir at meta um, hvørjar av loysnunum hjá ymsu høvuðsstaðunum vóru mest áhugaverdar millum tær loysnir, sum hvør býur sær lýsti fyri teimum, valdu teir í fyrstu atløgu tríggjar umhvørvisloysnir hjá Tórshavnar kommunu út. Hesar vóru ókeypis bussleiðin og endamálið við henni, sum er at fáa fleiri fólk at brúka buss fyri at minka um bilaferðsluna, harnæst stýriskipanir til gøtuljós, sum gera tað møguligt at innstilla og fjarstýra gøtuljósum í mun til árstíð og annað, og harvið at minka um orkunýtsluna, og at enda verkætlanin við sjóhita á Boðanesheiminum, sum teir ikki høvdu hoyrt um var roynd aðrastaðni í heiminum.


Tá arbeiðið at lýsa hesar verkætlaninar var komið væl áleiðis, gjørdust umhvørvisserfrøðingarnir hjá ráðgevaravirkinum ARUP varugir við, hvussu vanlig nýtsla av flagtekjum var í Føroyum á bæði eldri og nýggjari bygningum. Hetta mettu teir so mikið áhugavert fyri umheimin, har rákið við at hava plantur ella flag á bygningum vindur alt meira og meira uppá seg av umhvørvisávum, at teir bóðu um at fáa føroysku flagtekjurnar lýstar eisini.


- Býráðið í Tórshavn hevur valt at ganga á odda, tá tað snýr seg um at verja um umhvørvið og náttúruna. Sum eitt stig á hesi leið valdi kommunan at vera við í arbeiðinum at gera eitt felags norðurlendsk eksportkatalog við umhvørvisvinarligum loysnum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. 


 - Býráðið er eisini longu farið víðari og hevur samtykt, at eisini Mullers Pakkhús skal upphitast við sjóhita. Kommunan, sum er annar av eigarunum av Fjarhitafelagnum, arbeiðir eisini fyri at víðka enn meira um fjarhitanetið í høvuðsstaðnum, og at gagnnýta avlopshitan frá Brennistøðini á Hjalla og Sundsverkinum enn betur.


- Kommunan vil, at fjarhitin verður lagdur oman til ítróttarøkið í Gundadali, har nógvar hallir og serliga svimjihøllin og ein komandi 50 m hylur hava tørv á nógvari orku til upphiting. Býráðið hevur eisini samtykt at orða ein kommunalan orkupolitikk, sum m.a. skal nýtast í samband við ásetingar fyri orkuloysnir og orkunýtslu, tá kommunan byggir nýggjar bygningar, og tað situr ein arbeiðsbólkur av býráðslimum og embætisfólkum og arbeiðir við hesum í løtuni, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.