Eftir at bátarnir er komnir upp á pláss í bátahylinum í Oyrunum á Toftum, byrja tiltøk í tjaldinum á kaiøkinum. Sum altíð er nógv gott undirhald í teltinum undir Bátafestivalinum. Fleiri framúrskarandi tónleikarar fara at framføra gjøgnum dagin.
Tíðindaskriv3 – tónleikur í teltinum
Eftir at festivalurin er settur, byrjar tónleikur í tjaldinum klokkan 15.030, har fýra tónleikarar fara at framføra.
Fyrstur á pallin verður lokala Undirhúskórið, og síðani koma Herborg Torkilsdóttir, Tingaenest, og til seinast koma Hallur Joensen & Co og seta punktum fyri tónleikaframførslunum.
Eins og undanfarin ár er Bátafestivalurin eitt tiltak fyri alla familjuna, har hugnin er í hásæti bæði kring bátahylin og sjálvandi í tjaldinum á kaiøkinum.
Skráin fyri Bátafestivalin á Toftum kann lesast við at trýsta á linkin niðanfyri.
Vælkomin á Bátafestival á Toftum leygardagin 14. mai.
Fyrireikararnir