Fámjin er vøggan hjá Merkinum og tað kennist tí onkursvegna sum at drekka móðurmjólk av nýggjum, nú høvi aftur býðst hjá flokkinum at vitja hesa vøkru bygdina fyri vestan á Suðuroynni.
Haldi mær til góðar at eg eri nakað seinur, men eg havi verið til jarðarferðina hjá eini megnar kvinnu, sum eg kom at kenna rættiliga væl, tá eg sum landstýrismaður skipaði fyri ári teirra brekaðu fyri u.l. tíggju árum síðani.
Lat meg byrja við at rósa kappingarneytanum hjá mær, Sirið Stenberg, fyri at klára seg væl í Løgtinginum, hóast spildurnýggj í landspolitikki.
Ja forrestin, røðan í kvøld skuldi onkursvegna vera ein roynd at sannføra tykkum um at eg kann verða eitt rímiligt boð uppá komandi næstformannin í flokki okkara. Hóast fleiri av tykkum halda tykkum kenna meg, so er tað valla so til fulnar.
Pápi mín varð við at stovna Tjóðveldisflokkin og hann og Erlendur vóru væl, og stillaðu upp saman fyri flokkin í Sandoynni. Seinastu ferð Erlendur var uppstillaður í Sandoynni, var minni munurin teirra millum, tó at Erlendur dróg longra stráið. Tað er eisini seinastu ferð, mær vitandi, at Sandoyar Tjóðveldisfelag hevur havt umboðan í fremstu røð í flokkinum, og eru tað góð 40 ár síðani.
Eg havi verið limur í flokkinum í 26 ár, síðan eg fekk loyvi til tess. Eg var sjálvur 21 ára gamal tá eg varð uppstillaður fyrstu ferð. Lat meg leggja dent á at júst sum mær var víst álit sum blaðungur, so er neyðugt at vísa okkara unga ættarliðið álit, og vit eiga at egna álit og árræði niður í ungu sálirnar.
Eg var 14 ára gamal tá pápi mín seinastu ferð sannførdi meg um týningarmiklu og lívgevandi uppgávuna at vinna landinum og fólkinum frælsið.
Vit tríggir feðgarnir, pápi bróður og eg, vóru í haganum og leitaðu eftir undirkavaðum seyði. Eg smokkaði sjálvur niður gjøgnum kavan og lendi á einum lítlum fylgi í Bavinsgjógv. Pápi mín brúkti hesa myndina við innikavaða seyðinum sum dømi um støðu føroyinga, og hon festi seg væl hjá mær. Nakrar dagar seinni doyði hann bráddliga, og bróður fór tíverri somu leið eitt lítið ár eftir.
Kanska júst tí, hevur ábyrgdin at fullføra verkið verið so sterk og dragandi, og einki er sum bendir á at mín frælsisvón viknar. Heldur tvørturímóti.
Sandoyar Tjóðveldisfelag hevur fimm ferðir á rað stilla meg upp til Løgtingsval. Fýra ferðir eri eg valdur og tað sigur ikki einki um seiggið í teimum fólkunum, sum stríðast sítt ómetaliga stríð fyri frælsissøkina og fyri flokkin. Tí er tað fyrst og fremst tey fólkini tit virða og eggja, um eg verði valdur næstformaður í flokkinum.
Tjóðveldisflokkurin! Orsaka, men mær dámar nógv betur tað navnið, hevur frá byrjan av verið ein rørsla. Fyri rørslur er galdandi at tær vaksa úr neðra, frá fólkinum, og júst soleiðis skal flokkurin vera. Royndirnar at fáa flokkin toppstýrdan við nógvum tinsoldatum sum ganga í takt, er dømd at miseydnast, tí at rørslan, fólkið, er saltið og hjartablóðið í flokkinum.
Vit eiga ikki at skræða hvønn annan sundur, og tónin eigur at vera virðiligur, men vit eiga at loyva ymsum hugsanum skjól í flokkinum. Tað er ikki nakað dulsmál, at m.a. formaðurin og undirritaði ikki eru samdir um allan politikkin hjá flokkinum, ei heldur altíð, um hvussu farast skal fram.
Men loyva vit ikki ymsum áskoðanum í flokkinum er skjótt at vit líkjast einum trolposa har annar endin er farin. Traktin smælkast, og skjótt er at bæði veljarar og politisk umboð fara í aðrar opnari, og kanska betri trolposar.
Sjálvur havi eg ongantíð verið kommunistur ella sosialistur, men eri ein sosialliberalur loysingarmaður, og eg haldi at tann bólkurin av tjóðveldisveljarum er rikin á gátt seinnu árini. Einki er at ivast í at úrslitapolitikkur telur nógv í mínum hugaheimi, hóast hugsjónin er avgerandi.
Eg eri 44 ára gamal. Eri giftur Kristinu og vit eiga 4 børn. Tann elsta dótturin, verður konfirmera pálmasunnudag, vit eru kirkjufólk.
Politisku royndirnar eru hesar, í ymsum fora. Borgarstjóri á Sandi í 8 ár. Tingmaður í 10 ár. Landsstýrismaður í 1½. Nevndarformaður í SEV í 3 ár. Nevndarlimur í Kommunusamskipan Føroya í 3 ár. Eri annars útbúgvin fysioterapeutur, og havi eina eitt ára langa leiðsluútbúgving omaná. Eri annars knæbóndi og flóti á egnum kjøli av og á!
Einki er at ivast í, at skulu vit flyta flokkin aftur til fólkið, skulu vit niðurtóna akademiska orðalagið og loysnirnar. Hetta sigi eg ikki fyri at seta at nøkrum, men einki er at ivast í at serliga ytru Føroyar hava havt ilt við at fylgja flokkinum seinnu árini.
Meti meg vera ein rættiliga góðan garant fyri at henda vektin ikki koppar heilt, sum annars hevur verið ógvuliga nær við, og hvør veit, kanska kunnu vit fáa vektina at viga hinvegin aftur.
Samtykta uppskotið um at javnseta ferðaseðlakostnaðin, er kanska eitt tekin um tað. Hettar kjakið byrjaði annars sum ein fyrispurningur, tá eg sat inni sum varamaður í farna samgonguskeiði og varð einmælt samtykt sum uppskot til samtyktar fyri góðari viku síðani. Sum tað einasta higartil í ár.
Annars er týdningarmikið at vit bæði hava evnini at eygleiða, lurta og sjálvandi eisini at laða nýggjar leiðir sum slóðarar fyri fólkinum.
Síggi fyri mær at framtíðin, um ikki so langa tíð, kemur sum franski heimspekinurin Voltaire sigur, kemur at bjóða okkum enn eitt tíðarop, eins og í 1998, har vit um vit skipa okkum væl, bæði við ástøðingum og praktikarum, kunnu vinna frælsisstríðið.
Um vit vilja tað ella ikki, so er einasta leiðin til frælsið, at royna at savna tjóðskaparrørsluna aftur. Hóast hon gongur í bólkum, summir illa særdir, so er tað einasta leiðin at ganga. Og her noyðast vit at vera meira pragmatisk, kortini uttan at geva frá okkum vunnin rættindi.
Eftir mínum tykki eiga vit at leggja upp til eina loysn har vit niðurlaða heildarveitingina yvir 15-20 ár.
Eisini eiga vit at flyta okkum frá fólkaatkvøðuni í 1946 í orðalagnum. Vit virða hana og leggja okkum hana í geyma, men vit eiga at flyta okkum til dagin í dag, og savna okkum um hvussu vit loysa uppgávuna frameftir. Og hettar sigi eg sum sonur ein teirra, sum stoltur atkvøddi ja tann minniliga dagin á fólkaatkvøðuni.
Haldi annars at vit eiga at leggja størri dent á vinnuliga partin av politikkinum. Kundi hugsað mær at vit valdu ein serfrøðingabólk av bæði leikum og lærdum, sum fylgdi við og gav tingbólkinum ráð og vegleiðing um vinnupolitisku kósina! Hyggið t.d. at arbeiðnum úteftir hjá Føroya Tele, seinastu tíðina. Samstarvið millum SEV og DONG er eitt annað dømi.
Teir fiskimenninar sum vit mistu fyri borð í síðsta skeiði, eiga vit at gágga umborð aftur, við at bloyta orðavalið nakað, og við at eftirmeta ”kioskini á Vaglinum” aftur. Og so eiga vit at gera uppskot um at snellubátarnir undir 30 fót í bólki 5, kunnu fiska frítt.
Treytaleyst at lata minstulønina vera ein arbeiðsmarknaðarspurning var eisini ivasamt fyri júst Tjóðveldisflokkin.
Vit eiga at skipa eitt skuggakabinett sum skjótast, har vit navngeva okkara skuggalandsstýrisfólk, so tey venja seg við og fyrireika seg til eitt lív í samgongu. Hesi oyðimarkargongdini er skjótt at terast í hel av. Vit mugu til valdið aftur.
Meti tað eisini sera neyðugt at vit taka upp samband og samstarv við SNP í Skottlandi, fyri at blása lív í okkara egna tjóðskaparstríð aftur og løgið skuldi verið um vit ikki kunnu læra eitthvørt av teimum!
Ómyndugleiki er vantandi førleiki at nýta egin evnir uttan vegleiðing frá øðrum. Til upplýsing krevst einans frælsi. Tað frælsi sum inniber alment at brúka vit og skil. Tí hvørt menniskja eigur at hugsa sjálvt!
Síðstu orðini eru lænt frá Immanuel Kant, og lýsa tey eftir mínum tykki grundarlagið undir føroyska tjóðarfrælsinum, og sanniliga grundarlagið undir tí at vera Tjóðveldisfólk, bæði á bygd og í bý!
Páll á Reynatúgvu