Tøknin og gamlamannasjúkan

Í Shanghai í Kina sita granskarar í dag og kanna hvar spíssurin á nýggjari samskiftistøkni liggur. Teir liggja á:"The edge and brink of technology". Við serligum atliti til nýmótans tøkni og samskifti verður arbeitt við 2-vegis kommunikatión.

Tíðindamiðlar sum ídag vilja nevnast seriøsir hava allir eina Facebook, Twitter ella líknandi tilskrift, har lesarin kann gera viðmerkingar. Í Føroyum verður hesin møguleikin ikki brúktur, tá ið talan er um einvegis tíðindi. Slík einvegis tíðindi verða borin um tær stóru kanonirnar (halda teir sjálvir), so tað kann man ikki siga um tey.

Men lesarin er ikki so tollutur sum hesi fólk, ið liva av at dansa um lygnina dag um dag. Teir somu "karrusellviðmerkjarar" hava eisini fingið pengar afturfyri at lúgva fólk upp í lag. Ja, summir liva av at spæla sannleikans apostlar og gera ikki annað enn at spæla hund í áravís.

í Shanghai í Kina rokna teir við at í framtíðini verður eitt sjónvarp, har hyggjarin sjálvur setur saman tíðindini. Kinverjar rokna eisini við at fólk sjálvi kunnu keypa sær tíðindi á fartelefonina longu nú, tað er bara í Føroyum at eingin ger tað. Men til ber tað.

Heldur enn at lata James og Hilmar Jan fortelja flatar vittigheitir á Rás 2, kann man saktans seta ein robot upp at lesa eini trý skot úr Oyggjatíðindi um tíman, fyri líkasum at gera vart við at norðurlendski journalistháskúlin, hann er ikki til longur. Og senda hesar út á I-Phone ella Samsung Galaxy 3. Tað er einki problem.

Komandi ár eru 10 ár liðin síðan Føroya fremsta blað kom út í Pdf-skapi, og nógv er hent hesi 10 árini. Eik banki skrædlaður, Injector trawldoor hjá gløggasta uppfinnara í Suðuroy reyvrent, Dimma farin á heysin og seinast útvarpskassin skrellaður.

Hetta eru "super-tankarar" í føroyskum høpi. Men karrusell-fólkini fækkast í tali og útvarpið/sjónvarpið brúkar somu íspeglar umaftur og umaftur at troytta fólk við.

Almennu miðlarnir líða av gamlamannasjúku og hesi karrusell fólk verða brúkt sum kateder til at taka trýstið av stovninum og teimum fadesum hesi fólk hava skapað.

Fyri vanliga deyðiliga føringin sær tað út sum at tey øll somul standa og pissa upp í luv. Og tað var ikki gamalt í Føroyum.

-credo.-