TÓFF - føroyskur filmsfestivalur
TÓFF er nýggjur føroyskur filmsfestivalur, sum er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið og Tórshavnar Kommunu.
Fyrsti TÓFF-filmsfestivalurin verður 11. – 19. februar 2017.
Í samfullar 9 dagar verður sjóneykan sett á føroyskar og altjóða filmar av góðari góðsku til allar aldursbólkar.
TÓFF bjóðar áhugaverdar filmar til eina breiða áskoðarafjøld, men eisini smalar filmar sum søkja mørk og eru meira eksperimenterandi.
- TÓFF granskar ymisk filmssløg og ymsar hættir at siga frá filmi.
- TÓFF savnar vitan, ið kann gagna føroyska filmsumhvørvinum, bæði tí umhvørvinum, sum longu hevur fest sínar røtur her, men eisini fyri nýggjar spírar og íverksetarar.
- TÓFF skapar íblástur og kjak.
Meiri enn 40 filmar eru á skránni á fyrsta TÓFF-filmsfestivalinum, tríggir útlendskir filmsleikstjórar vitjar, fyrilestrar verða um norðurlendskan film, serlig tiltøk verða fyri børn umframt nógv annað.