Tobbi tveitti Petur á dyr

Perlur, sum Einglapressan ikki tordi: Tórbjørn Jacobsen, váttar, at hann tók aðra hondina í reyvuna á Petur Holm, og hina hondina í ryggin á stjóranum í Smyril Line, og stýrdi honum út úr hølinum hjá tingmonnum. Grein í Oyggjatíðindum, 14. november 2008.


Við einari atkvøðu í meiriluta, eydnaðist tað Smyril Line, at hótta løgtingið at stuðla við 30 milliónum, tá eingin fíggjarstovnur vildi tryggja víðari rakstur av stovninum.


Eitt paradoks var tað eisini, at hesir somu, sum ikki vildu spíta meira í fallitt-jolluna, sótu í Vinnu- og Fíggjarnevndini og lovprísaðu prosjektinum!?


Tað er eingin loyna, at tað stóð nógv á tingmonnum seinasta fríggjadag, út á náttina, men leygarmorgunin var greitt, at Smyril Line, skuldi hava sosialhjálpina, tó at ongin trýr, at hetta er seinasta stunti, men heldur var ein roynd at vita um tað bar til at opna almenna kassan.


Tann royndin riggaði sera væl, og frekleikin var so sanniliga eisini til at fáa eyga á, tá Smyril Line út á náttina bar bræv til til tingmenn, sum fingu at vita, at fekk Smyril Line, ikki sosialhjálpina, so vildi felagið verða lýst, sum trotabúgv mánamorgunin við Jógvan Páll Lassen, advokati sum búðstjóra.


Eftir hondini vita tey flestu, at Smyril Line er komið í trotastøðu fimm ferðir frammanundan.


Men fyri at tryggja ómakslønina til Advokatfelagnum yviri við Strond, var strategiin, at Petur Even Djurhuus, advokatur, umboðar Smyril Line, Jógvan Ellefsen, advokatur, umboðaði Framtaksgrunnin, og Jógvan Páll Lassen, umboðaði Tryggingarfelagið Føroyar.


Hendan tríeinigheitin tryggjaði hvør í sínum lagi, at klientur fekk pengar frá klientum.


Fyri Framtaksgrunnin og Tryggingarfelagið hava hesar bjargingarroyndir verið eitt dýrt fornoyilsi.


Framtaksgrunnurin er næstan tómur, og Tryggingarfelagið Føroyar hevur verið við í so nógvum eskapatum og ævintýrum við Grønlandsbankanum og dýnu-prosjekti í USA, at har eru reyðu lampurnar langt síðani farnar at blinka.


Hóast Umboðsnevndin er hægsta vald í Tryggingini, og harvið hevur ábyrgdina, so hevur nevnd og stjórn elegant hoppað uppum kunningina. Umboðsnevndin hevur ikki verið kunnað fyrr enn almenningurin. Hetta fara vit at lýsa nærri í komandi viku, tá vit geva eina lýsing av kritisku røddini, sum bleiv tipt við at verða tikin inn í nevndina, og hevur síðani hildið kjaft.


Tað er ikki bara Oyggjatíðindi, sum hevur ligið inni við hesi vitan. Tað hava løgtingslimir eisini. ikki at tala um pressuna, sum bara hevur havt fullan munn av haltkjaft-bommum, og hevur valt at tiga.


Tveittur út


Øll vita, at løgtingsmenn, og eisini Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vóru illir um, at nevndin í Smyril Line, hevði grivið seg niður teir fyrstu nógvu tímarnar av viðgerðini í løgtinginum. Men tá nevndin endiliga kreyp úr holuni, var umberingin, at nevndin hevði givið stjóranum, Petur Holm, fult mandat at tala fyri nevndina.


Og tað skulu vit eisini lovað fyri, at hann gjørdi.


Petur Holm ferðaðist millum tingmenn, sum hann ikki helt seg aftur í at harta, ella royna at ávirka. Hann var enntá komin inn til “Tempulriddarnar”, har annars hvørki pressa ella onnur høvdu atgongd.